Tíðindi

FSN var sinnað at framleingja sáttmálan millum FSN og FR, men FR takkaði nei

11 apr 2022

Á nevndarfundi í gjár tann 11.04.2022 kl 13:00 hevði nevndin í FSN fund um støðuna viðv sáttmálaviðurskiftunum millum partarnar. Nevndi var samd um, um at framleingja sáttmálan við Føroya Reiðarafelag, tí nevndin meinar, at fleiri møguleikar eru at troyta í sáttmálatrætuni. Í dag kl 12:39 fekk FSN aftursvar frá Føroya Reiðarafelag, at teir vóru ikki sinnaðir at framleingja sáttmálan. Hetta merkir, at tey skip sum fara til fiskiskap, koyra framvegis eftir galdandi sáttmála, men tað stendur báðum pørtum frítt, at seta tiltøk í verk, men hetta skal sjálvandi fráboast við vannligum varsli. Í núverandi løtu, so hava partarnir ikki planir um at seta tiltøk í verk.

FSN viðgerð støðuna dagligani, og felagið sær framhaldandi ymiskar loysnir fyri framman.


14 mar 2024
Sáttmáli undirskrivaður millum KAF og FSN
7 mar 2024
Dómur fallin. Tann sum skal valda, skal gjalda
20 feb 2024
Semingsstovnu­rin boðsendur
10 feb 2024
Góð uppmøting til Brúgvakaffi
7 feb 2024
Bjóða verður inn til Brúgvakaffi
28 des 2023
Ársaðalfundu­rin hjá FSN 28. dec 2023
20 des 2023
Brúgvakaffi á Sandi
13 des 2023
Ársaðalfundu­rin hjá Føroya Skipara-& Navigatør­felag