Tíðindi

Svíkja vit okkara limir ella fáa teir og høga hýru ?

7 okt 2022

Føroya Skipara- og Navigatørfelag fegnast sjálvandi um tað sum er at fegnast um. Nú Landsrætturin gav Fiskimálaráðnum viðhald í at reiðaríini ikki kunnu áleggja manningunum at bera nakran kostnað av kvotum keyptar umvegis uppboðssølu, so ljóðar tað sum ein sigur fyri okkum. Vit skulu tó ikki renna á leistum her uttan víðari; eitt fyrivarni er at dómurin møguliga verður appelleraður til Hægsta Rætt; eitt annað er at vit mugu eisini hava eyguni við at samráðingarrætturin hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum ikki verður trampaður undir fótum.

Heldur ikki skulu vit gloyma tann veruliga trupulleikan aftan fyri hesa ósemju og rættargongd.

Trupulleikin uppstóð nevniliga í og við at veiðiloyvini vórðu avtikin og hugtakið “rættindahavari” ístaðin varð innført við tí sonevndu fiskivinnunýskipanini — lógini um sjófeingi.

Sum onnur hava víst á fleiri ferðir, so innibar hetta við “rættindahavarum” eitt álvarsligt álop á fakfelagsrørsluna og samráðingarrættin á arbeiðsmarknaðinum, har manningarfeløgini brádliga vórðu sett uttan fyri ávirkan á ein nýggjan, ósjónligan mótpart í sáttmálahøpi. Ein “rættindahavari” kann nevniliga vera hvør sum helst og nýtist ikki at eiga nakað fiskiskip, ei heldur at hava hava nakrar sáttmálabundnar skyldur yvir fyri manningafeløgunum. Við øðrum orðum: sjálvur sáttmáladekningurin varð skræddur undan okkum!

Hetta er lutvíst blivið umvælt undir verandi Landsstýri gjøgnum tillagingar í lógarverkinum har uppboðssølan av fiskirættindum er vorðin avmarkað og verður minni brúkt ídag.

Hetta tryggjar kortini ikki nakra haldgóða loysn. Tí tað flótandi “rættindahavara” hugtakið er framvegis við í lógartekstinum og kann í veruleikanum til eina hvørja tíð, við einans smáum politiskum inntrivum, aftur gerast til ein avgerandi tátt, og tískil er tað framvegis alt ov lætt at lata upp fyri nýggjum og púra óneyðugum trupulleikum av hesum. Hetta er ein vandi ið ikki eigur at verða undirmettur, og tí eigur Landsstýrið eisini at bera so í bandi at eitt fyri fakfelagsrørsluna so hált og hættisligt hugtak verður fullvegis strikað úr lógini sum skjótast. Hvørki manningafeløgini ella samfelagið hava ráð til so óstøðugar og ullintar rammur.

Men nú ein dagin sást ein skemtilig yvirskrift á forsíðuni í einum av bløðunum, har ein kendur politikari varð endurgivin fyri at siga: “Manningarfeløgini sviku”. Neyvan síggja øll tað stuttliga í einum so grovt misvísandi úttalilsi, men vit kundu ikki annað enn minnast afturá — tá, fyri stuttari tíð síðan, sami politikari saman við øðrum leikaði í um at øll inntøka hjá fiskimonnum oman fyri 400 túsund um árið skuldi roknast sum tilfeingisrenta ið hoyrdi landinum til. Tað er sjálvandi nærliggjandi at hugsa at ‘landið’ her skal skiljast sum tann politiski klassin, t.e. tey innan politikara- og embætisstættina sum kanna sær rættin til skattin.

Vit eru í meginreglu hart ímóti at býta samfelagið upp í sínámillum stríðandi bólkar; tó kunnu vit ikki altíð síggja heilt burtur frá tí veruleika at felags áhugamál av eitt nú peningaligum og politiskum slag finnast, um tey so eru opin ella duld.

Eitt skifti løgdust fólk, so ella so knýtt at hesum kenda politikara, á Trygdargrunnin og kravdu at fáa alment innlit í inntøkur hjá einstaklingum, líkasum fyri at gera galdandi at hýran hjá okkara limum var ov høg. Vit søgdu sjálvandi kortanei til slíkt óskil sum møguliga eisini var ólógligt.

Hví skuldi Trygdargrunnurin lata vardar persónsupplýsingar út til tíðindamiðlar at svansa við?

Tað trýstið tykist so fyribils at vera dottið burtur — tað rímar heldur ikki væl søguna um at vit “sviku” okkara limir.

Freistandi er tí at spyrja, hvat er tað sum skal galda, harra politikari — sviku manningafeløgini sínar limir, ella fingu limirnir ov høga hýru?

Men tað er kanska ikki so lætt at svara undir einum, tá tungan gongur í tveimum.

Hetta minnir eisini eitt sindur um tað sum hendi tá tann vælsignaða nýskipanar lógin um sjófeingi skuldi smíðjast. Aftaná at fyrst hava sett ein arbeiðsbólk av sokallaðum serfrøðingum — serliga skuldi formaðurin vera kønur í búskapi kring fiskivinnu — so vildi tann væl kendi politikarin kortini ikki gera eftir teimum tilmælum ið komu frá serfrøðinganevndini. Har var um at gera í fyrstu syftu at lurta eftir serfrøðini; men tá hon so endiliga hevði talað, og kanska sagt okkurt annað enn hvat ið væntað ella ætlað varð frá politiskari síðu, so var brádliga ikki longur so áhugavert at lurta eftir somu serfrøði.

Soleiðis er tá fólk vilja diktera heldur enn lurta.

Annfinnur Garðalíð Formaður


30 nov 2022
Arsaðalfundur 2022
22 nov 2022
Polittisku flokkar­nir eru farnir at virka sum fagfeløg
29 okt 2022
1. Nov Minningarhald teirra sjólátnu
19 okt 2022
Umsóknir um stuðul úr Hjálpargrunni­num Fyri Óarbeiðsførðar Fiskimenn
7 okt 2022
Svíkja vit okkara limir ella fáa teir og høga hýru ?
8 jul 2022
Prógvhandan á Vinnuháskúla­num 23-06-2022
8 jul 2022
Semj gjørd viðvíkandi avloysara­skipi­num Herjálfur lll
26 apr 2022
Semja gjørd millum FSN og FR