Tíðindi

1. nov verður Minningarhaldið teirra sjólátnu

29 okt 2022

Tað almenna minningarhaldið, sum er til minnis um føroyingar, deyðir í yrki á sjónum, verður hildið á Vinnuháskúlanum í Tórshavn, og tað er Sjómansmissiónin, ið skipar fyri. Á tí almenna minningarhaldinum heldur Løgmaður talu og leggur síðan ein krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Tórshavn. Gudstænastan í Dómkirkjuni fylgir tí almenna minningarhaldinum.

Í brátt farna allahalganna ári kravdi sjólívið og yrki við sjógvin fýra mannalív.

Við virðing og tøkk nevna vit nøvn teirra:

Tann 21. november doyði Jóhan Petur Sofus Olsen, 56 ára gamal. Hann sigldi við skipinum Hav- Nordlandia, ið lá við bryggju í Miðvági. Hann var búsitandi á Strondum.
Tann 22. november druknaði Petur Johansen við aliringarnar í Miðvági, 52 ára gamal. Hann búi í Miðvági.
Tann 13. februar doyði pólendingurin Maciej Krzysztof Broniszewski umborð á Suðringi undir fiskiskapi undir Føroyum, 48 ára gamal. Hann var búsitandi í Froðba.
Tann 18. juni druknaði Karl Sofus Lamhauge Garðalíð við Vestaru bryggju í Havn, 59 ára gamal. Hann var ávegis umborð á Túgvustein, ið lá við bryggju. Hann búði í Vestmanna.
 

Vit lýsa djúpa samkenslu við teimum avvarðandi og lýsa Guðs frið yvir tey, ið fórust í yrki sínum á sjónum og við sjógvin.


4 okt 2024
Fundarinnkalling
30 aug 2024
Brúgvakaffi var í dag 30-08-2024
29 aug 2024
Nordisk Navigatørkongress í Íslandi.
28 aug 2024
Bjóða verður inn til Brúgvakaffi
24 aug 2024
Aspirant­skipanin skal eggja fleiri at velja sjóvinnu­útbúgvingar
18 jul 2024
Grund­arlagið undir sáttmálu­num ridlar
18 jul 2024
Grund­arlagið undir sáttmálu­num ridlar
25 jun 2024
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum