Tíðindi

Polittisku flokkarnir eru farnir at virka sum fagfeløg

22 nov 2022

Áheitan frá Føroya Skipara-& Navigatørfelag á polittisku flokkarnar, haldi tykkum til landspolitikk og latið okkum ordna fagfelagspolitikk

 

Løgtingsvalið dec 2022

 

Sosialistarnir siga at Frælsi samráðingarrætturin skal skerjast við lóg

 

Polittisku flokkarnir eru farnir at virka sum fagfeløg.

 

Nú stundar Løgtingsvalið dec 2022 til, og nýgg sum gomul valevnir bjóða seg fram, og vilja vísa sín kynstur um hetta og hatta, og hvussu tey kunna sannførða veljaran um, hví vit skula velja seg, og ikki hini.

 

Í dag lova ymisku flokkarnir at arbeiðsvikan skal setat niður á 37 tímar um vikuna, uttan at nakar ferð niður í løn, hetta er uttan iva søtur tónleikur fyri fjøldina.

Hvat er tað, í royndu verð hesir flokkar gera? Jú teir leggja seg í millum arbeiðsgevarar og fagfeløgini sum varða av sáttmálaøkjunum á ymisku arbeiðsplássunum. Hetta hevur altíð verði ein samráðingarrættur, tað við at keypa sær t.d. 6. fríviku, ella tað at fara frá 40 tímar viku til 39 tímar o.s.v.

Vit sum samráast vita, at t.d. 6. Frívikan kostar ca 2,5% hetta av ásetta karminum fyri ávikavist 1. og 2. árið

 

Men at flokkarnir vilja nú kropp á kroppi lova arbeiðarafjøldini at tey skula ikki missa løn, sjálvt um tey fara niður á 37 tímar viku. Hetta er at gera seg inná fría samráingarrættin hjá fagfeløgunum og verða tey sett út av spælinum, hetta eigur slett ikki at verða góðtikið.

 

Tað undrar meg almikið at SOSIALISTARNIR Javnaðarflokkurin at teir nú eisini saman við Tjóðveldinum eru farnir í herðna móti fagfeløgunum, og skula aftur nú við lóg avmonterða fagfelagsrørsluna.

 

Vit sóðu hetta til næstsíðsta Løgtingsval, tá gekk hetta út yvir manningarfeløgini, og var tá samtykt av Javnaðarflokkinum- Tjóðveldisflokkinum - Framsókn og stuðul frá Sjálvstýrisflokkinum.

 

MÍN ÁHEITAN TIL POLITTISKU FLOKKARNAR ER, HALDI TYKKUM VEKK FRÁ AT VIRKA SUM FAGFELØG, OG HALDI TYKKUM TIL POLITIKK.

 

OG LATIÐ OKKUM FÁA FRIÐ AT ARBEIÐA SUM FAGFELØG.

 

           Vinarliga

Annfinnur Garðalíð

Formaður

FSN


15 apr 2025
Broytingar ávegis í norskari lóg. Hetta kann koma at ávirka FAS skip sum sigla á Norskum sokkli.
26 mar 2025
Innbjóðing til Brúgvakaffi.
18 mar 2025
Semja undirskriva millum FSN RFH
4 mar 2025
Sáttmálasam­ráð­ingar­nar millum FSN og RFH eru slitnaðar
21 feb 2025
Sáttmálin millum FSN og RFH er framlongdur í eina viku t.v.s. fram til 7. mars
11 feb 2025
Fyrireiking til Fasta Gerðarættin sum verður 17. feb 2025
4 feb 2025
Avmarkingar í landingum uttanlands skulu burtur
3 feb 2025
FSN-formaðu­rin ovfarin av frídøming