Tíðindi

Arsaðalfundirun hjá FSN 28. dec 2022

29 des 2022

Ársaðalfundurin hjá Føroya Skipara-& Navigatørfelag bleiv hildin á Hotel Hilton tann 28. dec 2022 kl 10:00. Møttir vóru 63 limir, og nakað tað samað høvdu ført brævatkvøðu á skrivstovu felagsins. Tað má sigast, at áhugin fyri ársaðalfundinum er javnt góður. FSN hevði bjóða einum umboði fyri Pensjónsfelagið LÍV sum FSN er parteigari av, har greitt var frá eitt nú samlagstryggingini, sum felagið hevur við LÍV, her høvdu limirnir nógvar og áhugaverdar spurnigar til umboði frá LÍV. Sigast kann í stuttum, at tilvitanin um pensjóns og samlagstrygging kundi verði munandi betri.

Nevndarval er ein partur av Ársaðalfundinum. Tað stóðu 6 persónar fyri valið, og tríggir høvdu boða frá at teir tóku ikki við aftur valið, níggju persónar bjóaðu seg fram, og tá valið var liðugt, tá vóru tað fíra nýggir nevndarlimir valdir, sostatt fall ein av verandi nevndarlimunum á valinum.

Saman um tikið, so var hetta ein sera góður fundur.

Eftir Ársaðalfundin fór nevndin á nevndarfund, at skipað nevnd. Nevndin skipaði seg við Annfinnur Garðalíð sum formanni, og Elias Zachariassen sum 2. formanni.

Í næstum verður kallað inn til nevndarfund, har nevndin fer at umrøða samráðingarnar sum standa fyri durum. Talan er um nógvar samráðingar. FSN - FML " SSL - Jákup Sverri - Vørn" FSN - RFH " Farmavinnan og frálandavinnan ferðamannaskip" FSN - FR " Fiskiskip" FSN - KAF " Havnaumsjónarfólk og Havnafútar"

Føroya Skipara-& Navigatørfelag ynskir øllum Føroya fólki eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýttár.


Myndarøð
18 jul 2024
Grund­arlagið undir sáttmálu­num ridlar
18 jul 2024
Grund­arlagið undir sáttmálu­num ridlar
25 jun 2024
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
20 jun 2024
Semja undirskriva millum FSN og FMR
12 jun 2024
1. Semingsfundu­rin millum FSN FMR var í dag
4 jun 2024
Semingsstovnu­rin á vitjan
31 mai 2024
Brúgvakaffi
14 mai 2024
Lessarabræv