Tíðindi

Brúgvakaffi í Føroya Skipara-& Navigatørfelag

9 mar 2023

Góðu limir í Føroya Skipara- & Navigatørfelag,

Í Føroya Skipara- & Navigatørfelag, fara vit undir at gerða eitt nýtt átak/tiltak, fyri okkara limir við heitinum Brúgvakaffi.

Ætlanin er at hava Brúgvakaffi uml. eina fer um mánaðin, har vit vilja bjóða okkara limum, at verða hjartaliga vælkomnir niðan í Føroya Skipara- & Navigatørfelag, Smærugøtu 9A, 100 Tórshavn, til eina hugnaliga løtu við kaffiprátið, har tað eisini verður møðuligt, at seta spurningar til formannin og nevndina í Føroya Skipara- & Navigatørfelag. Formaðurin Annfinnur Garðalíð, fer at greiða eitt sindur frá sáttmálasamráðingunum.

Til okkara fyrsta Brúgvakaffi, ið verður týsdagin tann, 4. Apríl 2023, kl 10:00 – 12:00. Ynskja vit at bjóða okkara limun kaffi, rundstykkir og vinarbreyð.

Endamálið við átakinum Brúgvakaffi, er at felagið og limirnir blíva hvørjum ørðum meira viðkomandi.

Tað er ikki neyugt at boða frá luttøku, vónandi verður góð undirtøka fyri Brúgvakaffi.


17 mar 2023
Sátt­mála­krøv­ini millum Føroya Skipara-& Navigatør­felag og Føroya Reiðara­felag blivu handað í gjár tann 16-03-2023
14 mar 2023
Lesarabræv viðv veiðuavgjøldum
9 mar 2023
Brúgvakaffi í Føroya Skipara-& Navigatør­felag
7 mar 2023
Tvey ára sáttmáli undirskrivaður
18 jan 2023
Í dag fingu 3 Skip­sførarar og 10 skiparar prógv á Vinnuháskúla­num.
16 jan 2023
Manningarfeløg­ini og RFH handaðu hvørjum ørðum sátt­mála­krøv­ini í dag
3 jan 2023
Aftursvar til Biritu F. Kjærbæk.
29 des 2022
Arsaðalfundirun hjá FSN 28. dec 2022