Tíðindi

Lesarabræv viðv veiðuavgjøldum

14 mar 2023

Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin

Áheitan frá Føroya Skipara-& Navigatørfelag til polittiska mynduleikan.

Set í gildið somu løgtingslóg sum bleiv sett í gildið tann 15. apríl 2016. við smávegis broytingum.

Løgtingslóg nr 30 2016. Løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum. Og tað er serligani §7. stk 2 sum er so ljóandi:

Gjaldið fyri kvotur keyptar á uppboðssølu, kann ikki dragast frá søluvirðinum av veiðuni, tá hýrur verða gjørdar upp og goldnar manningini.

Hetta kundi verði soljóðandi: Øll almen ásett veiðu avgjøld og gjaldið fyri kvotur keyptar á uppboðssølu, kunnu ikki dragast frá søluvirðinum av veiðuni, tá hýrur verða gjørdar upp og goldnar manningini.

Tann 13. septembur 2022 bleiv dómur feldur í Eystara Landsrætti, har Fiskimálaráðið fekk viðhald í at Fiskimálaráðið hevði loyvi at seta lóg í gildi sum nevnt omanfyri.

Nú fyriliggur eitt ítøkuligt uppskot til hoyringar:

Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin) (dagføring av gjøldum, veiðigjald fyri lodnu og heystgýtandi sild og strikan av undantaki fyri heimaflotan)

Føroya Skipara-& Navigatørfelag hevur fingið ætlaða uppskotið til hoyringar og hetta fer FSN at gerða viðmerkingar til . Sum talvan vísir, so er talan um stórar broytingar í veiðugjøldum, har verðandi gjøld hækka munandi, og nýggj gjøld koma inn, so sum fyri Lodnu, heystgýtandi Sild og heimaflotan.

Tað er eingin loyna, at hesi gjøld koma at hava stóra ávirkan á lønirnar hjá okkara fiskimonnum, tí hesin parturin við veiðuavgjøldum liggur sum nú er inni í sáttmálanum sum ein loyvdur frádráttur. Hetta er upprunaliga ein gomul áseting frá 80 inum tá skip fiskaðu rækjur í Canada, og manglaðu nøkur tons í last so bleiv ein semja gjørd um at keypa írestandi kvotur í felag. Men sannroynd er at henda áseting hevur fylgt/forfylgt manningunum til dagin ídag, Fá høvdu væntað at ein uppboðssøla fór at koma í hesari øldini og eru viðurskiftini broytt munandi síðan í 80 inum.

Um undantøkini fyri heimaflotan verða strikaði so vænta vit at trupuleikin gerst nógv størri enn hann er í dag við at manna heimaflotan, fiskiskaprin hevur ikki verði naka at reypa av, um so prísirnir hava verði nøkulunda til tíðir.

FSN er á tí áskoðan. Skalt tú valda, ja so má tú gjalda

Vinarligast Annfinnur Garðalíð Formaður


24 mar 2024
Manningin á Westward Ho hátíðarhald í Múllers Pakkhúsi
24 mar 2024
Eldur í skipið á víðum havi var ringasta hending
14 mar 2024
Sáttmáli undirskrivaður millum KAF og FSN
7 mar 2024
Dómur fallin. Tann sum skal valda, skal gjalda
20 feb 2024
Semingsstovnu­rin boðsendur
10 feb 2024
Góð uppmøting til Brúgvakaffi
7 feb 2024
Bjóða verður inn til Brúgvakaffi
28 des 2023
Ársaðalfundu­rin hjá FSN 28. dec 2023