Tíðindi

Prógvhandan á Vinnuháskúlanum

26 jun 2019

Í dag var prógvhandan á Vinnuháskúlanum. 12 fingu prógv sum skiparar, 14 sum skipsførarar og 17 sum maskinmeistarar. Føroya Skipara- og Navigatørfelag ynskir teimum øllum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og blíðan byr víðari.

Sum vanligt vóru tað aftur í ár nakrir av næmingunum, ið fingu virðisløn fyri teirra avrik á skúlanum.

Hjá skiparunum vóru tað:
Egil Joensen, ið fekk ein kikara frá Thor.
Richard Hansen fekk eitt klokkusett frá Faroe Ship og
Mortan Hansen fekk eitt klokkusett frá Faroe Agency
Síðani fekk Óla Jákup Müller ídnisvirðisløn, ið var eitt lummaur frá Antares.

Hjá skipsførarunum vóru tað:
Herálvur Tummasarson Thomsen fekk eitt gullur frá A.P. Møller
Agnar Hansen fekk eitt barometur og klokku frá Betri Samtakinum og
Hákun Jonhardson Johannesen fekk gávu frá Smyril Line
Ídnisvirðisløn fekk Herálvur Tummasarson Thomsen, ið fekk eina gávu frá Søfartens Ledere.

Hjá maskinmeistarunum vóru tað:
Andrias á Roykheyggi, ið fekk ein grindaknív frá S.E.V.
Páll Dánjalsson fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagnum og
Kenneth Johannesen fekk ein kikara frá Norðoya Sparikassa
Ídnisvirðislønina fekk Jónhard Ferjá, ið var eitt lummaur frá Skansi Offshore.


26 aug 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi
31 jul 2026
Tíðindaskriv frá IFSMA
20 jul 2026
Skrivstovan stongd vegna summarfríð
24 jun 2026
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
17 jun 2026
Brúgvakaffi nú fríggja­dagin
8 jun 2026
IFSMA newsletter 101 june 2026
28 apr 2026
Semingsstovnu­rin hevur kastað frá sær
28 apr 2026
I dag tann 28.04.208 byrjaði semingsroyndin millum manningarfeløg­ini og Føroya Reiðara­felag.