Tíðindi

Samráðingarnar standa í botni

3 mai 2023

Tað stendur í botni í samráðingunum millum Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN) og Føroya Reiðarafelag, og nú skal semingsstovnurin gera eina roynd at finna semju millum partarnar.

Tað var hin 12. apríl, at feløgini fóru undir realitetssamráðingar, tá punktini, sum feløgini høvdu lagt fyri hvørt annað, vórðu gjøgnumgingin, og partarnir høvdu høvi at gera viðmerkingar.

- Sum verða man, eru nøkur punkt, sum fylla nógv hjá pørtunum, eitt nú dýra oljan og veiðavgjøldini.

Soleiðis skrivaði Føroya Skipara-og Navigatørfelag á sínari heimasíðu eftir samráðingarfundin hin 12. apríl, tá feløgini fóru undir realitetssamráðingar.

Hin 23. apríl sigur FSN, at nú hava fýra samráðingarumfør verið millum partarnar, og felagið heldur, at lítið er komið burturúr higartil.

- Men, semja er um at leingja verandi sáttmála fram til á midnátt hin 30. apríl, søgdu tey í Føroya Skipara-og Navigatørfelag fyri góðari viku síðan.

Í dag skriva vit 3. mai, og í dag er greitt, at semingsstovnurin nú er komin upp í samráðingarnar, sum seinastu tíðina hava staðið í botni.

Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, váttar, at semingsstovnurin er komin upp í samráðingarnar.

- Partarnir eru samdir um at leingja verandi sáttmála fram til á midnátt mikukvøldið hin 10. mai, sigur formaðurin, sum í løtuni ikki hevur aðrar viðmerkingar.


Myndarøð
11 sep 2023
So var aftur ágangur á okkara sjó - og fiskimenn
5 sep 2023
Handan av sátt­mála­krøvum millum FSN og KAF
4 sep 2023
Tala hósdagin 31. August 2023 á yvirtøku­deg­num av LÍV.
1 sep 2023
Átakið við Brúgvakaffi er byrja aftur eftir summar­steggin
31 aug 2023
Útskfiting í nevndini í FSN
30 aug 2023
Handan av sátt­mála­krøvum millum FSN og KAF verður 05. 09. 2023 kl 11:00
28 aug 2023
So er útpurring til brúgvakaffi, morgunmatur og okkurt søtt omaná.
22 aug 2023
Nordisk Navigatørkongress í Turku/­ÅBO Finnland