Tíðindi

Samráðingarnar standa í botni

3 mai 2023

Tað stendur í botni í samráðingunum millum Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN) og Føroya Reiðarafelag, og nú skal semingsstovnurin gera eina roynd at finna semju millum partarnar.

Tað var hin 12. apríl, at feløgini fóru undir realitetssamráðingar, tá punktini, sum feløgini høvdu lagt fyri hvørt annað, vórðu gjøgnumgingin, og partarnir høvdu høvi at gera viðmerkingar.

- Sum verða man, eru nøkur punkt, sum fylla nógv hjá pørtunum, eitt nú dýra oljan og veiðavgjøldini.

Soleiðis skrivaði Føroya Skipara-og Navigatørfelag á sínari heimasíðu eftir samráðingarfundin hin 12. apríl, tá feløgini fóru undir realitetssamráðingar.

Hin 23. apríl sigur FSN, at nú hava fýra samráðingarumfør verið millum partarnar, og felagið heldur, at lítið er komið burturúr higartil.

- Men, semja er um at leingja verandi sáttmála fram til á midnátt hin 30. apríl, søgdu tey í Føroya Skipara-og Navigatørfelag fyri góðari viku síðan.

Í dag skriva vit 3. mai, og í dag er greitt, at semingsstovnurin nú er komin upp í samráðingarnar, sum seinastu tíðina hava staðið í botni.

Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, váttar, at semingsstovnurin er komin upp í samráðingarnar.

- Partarnir eru samdir um at leingja verandi sáttmála fram til á midnátt mikukvøldið hin 10. mai, sigur formaðurin, sum í løtuni ikki hevur aðrar viðmerkingar.


Myndarøð
3 jun 2023
Okkara vælumtókta Captains Cottage við Gróthúsvatn á Sandi. klikka á tekstin og sýggj fleiri myndir.
16 mai 2023
Semja undirskriva millum FSN og FR Fiskiskip ( Sí semja undir semjur Føroya Reiðara­felag)
9 mai 2023
I dag tann 09. 05. 2023 kl 10:00 - 12:00 var Brúgvakaffi á FSN
4 mai 2023
So verður purra út til Brúgva-kaffi
3 mai 2023
Samráðingar­nar standa í botni
23 apr 2023
Sáttmálin millum Føroya Skipara -& Navigatør­felag og Føroya Reiðara­felag longdur enn einaferð fram til 30. apríl
20 apr 2023
The Captains Cottage á Sandi
12 apr 2023
1. samráðingarfundur millum FSN og FR var í dag.