Tíðindi

Happing hin stóra spillan

8 okt 2023

Í dag verður nógv tosa um happing í skúlum á arbeiðsplássum og eisini umborð á skipum. Føroya Skipara og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið høvdu nevnuligani eina grein í blaðnum Mið og Magn juni 2015 nr 24. Eg vil endurgeva tekstin her:

Happing – hin stóra spillan. Sum greinar inni í blaðnum siga frá, so er happing helst hin størsta spillan, ið kann vera umborð á skipi, og í ringasta føri kann ágangurin kennast so øgiligur, at menn gera av við seg. Ongin ivi skal vera um , at tað er skiparin, sum hevur evstu ábyrgd umborð, og tískil eisini ábyrgd fyri, at umstøðurnar umborð eru liviligar, og hann skal syrgja fyri at leggja uppí, um hann er varuðugur við, at fólk umborð er fyri happing. Í sjólógini – § 11, 3) – stendur beinleiðis, at sjófólk, sum verður illa viðfarið umborð, hevur rætt at krevja at sleppa av, um skiparin hevur verið vitandi um ágangin, men onki gjørt. Umframt at verða skipari og hava ábyrgdina av vanligu gongdini umborð, so eigur skiparin eisini at ganga á odda at tryggja manningini vælferð, tryggleika og trivnað. Sjálvur havi eg sum skipari ofta havt gleði av amboðunum, eg fekk, tá eg tók eitt 14 mánaðar skeið í sálarrøkt og familjuráðgeving. Millum annað, tá ein maður einaferð longdist so illa, at hann í fullum álvara vildi hava meg at senda boð eftir tyrluni at koma út á Lucy Banka eftir sær. Ella tá ein ungur maður var vorðin sera tungur í huga og hevði brúk fyri at fáa eitt prát, tí hann hevði frætt, at unnustan heima ætlaði sær í býin saman við nøkrum mannligum vinum.Tað er í slíkum førum, at tað ikki er nóg mikið, at ein skipari dugir væl at sigla og stýra arbeiðnum umborð. Hann skal eisini duga at fara við fólki, at kenna og virða hvønn einstakan av manningini og altíð vera til reiðar at lurta og royna seg sum sálarhirða.Og tá tað snýr seg um happing, skal skiparin læra seg at hoyra tað ósagda og síggja tað fjalda, tí fólk, ið verða happað, ganga ofta við tí inni í sær sjálvum uttan at biðja um hjálp.

ODDAGREIN Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelag og limur í blaðnevndini. Mynd: Grækaris D. Magnussen Annfinnur Garðalíð Formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag


4 mar 2025
Sáttmálasam­ráð­ingar­nar millum FSN og RFH eru slitnaðar
21 feb 2025
Sáttmálin millum FSN og RFH er framlongdur í eina viku t.v.s. fram til 7. mars
11 feb 2025
Fyrireiking til Fasta Gerðarættin sum verður 17. feb 2025
4 feb 2025
Avmarkingar í landingum uttanlands skulu burtur
3 feb 2025
FSN-formaðu­rin ovfarin av frídøming
3 feb 2025
FSN-formaðu­rin ovfarin av frídøming
30 jan 2025
Nordisk Navigatørkongress hildin í Haugesund 28. og 29. januar 2025
27 jan 2025
Nýggj avtala gjørd millum LÍV og FSN um samlagstrygging