Tíðindi

Røða varaløgmans og Ann Hermansdóttir preati á allahalgannadegi 1. november 2023 – minningardagur teirra sjólátnu

1 nov 2023

Háttvirda samkoma.

Allahalgannadagur sum minningardagur teirra sjólátnu er ein heilt serstakur dagur fyri okkara fólk, her mitt í sjónum. Ein dagur, ið savnar okkum um ta máttmiklu grundtreyt, ið hevur skapað lívskor í hesum landi.

At vit savnast um at royna at siga “ta óskrivaðu søgu og ta orðaleysu røðu, um fólkið her livdi, skapaði tjóð” – íblást av orðunum hjá Christiani Matras.

Óskrivaðar søgur og orðaleysar røður, ið eru knýttar at hvørji bygd, hvørjum heimi, hvørjari familju, hvørji sál og hvørjum hjarta í Føroyum. Og sum í allari okkara mentan og list og skapan er ein frummáttur: Havið og sjógvurin sum lívstreyt og heimur.

Jákup Dahl yrkir:

Men havið teskaði so undarligt ljóð, sum grátur tað kendist av sonnum, og hvør ein alda mót landinum dróg, sum suff var frá sjólátnum monnum.

...

Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái. Ríka troyst til stirda sál og ond! Hví nú stúra? Lít á Harrans náði, alt jú hvílir í Guds Faðirs hond.

Hesi orðini úr kenda sálminum eftir Linu Sandell, sum Jógvan Nolsøe so hugtakandi vakurt hevur latið í føroyskan búna, hóska væl til okkara. Til okkara, sum liva við sjógvin og á sjónum. Í ljósi og í myrkri. Í logn og í ódn.

....

Fyri hundrað árum síðani, í 1923, keyptu Mortensen menninir á Tvøroyri sluppina General Gordon úr Svøríki. Fiskivinnan var langt síðani vorðin høvuðsvinnan, og sum hjá so mongum var málið at vinna pening til lívsins uppihald. Teir vistu fullvæl, at hetta var ikki vandaleyst. Teir settu lívið í veð. Men hepnaðist ferðin, var vinningurin vísur.

Tíðliga árið eftir hvarv General Gordon á Suðurlandinum. Bara toppstongin var funnin og førd til Vágs við sluppini Lauru.

Undangongukvinnan fyri verkafólk, Andrea Árting yrkir:

Dunandi aldan mót klettunum brúsar, sigrandi hásong hon kvøður í dag. Kúrandi einkja man leita til húsar, faðirleys børn gráta sorgartungt lag.

19 mans fórust við General Gordon. Tann elsti var 45 ára gamal; tann yngsti 16. Eftir sótu níggju einkjur og 29 børn.

Henda vanlukkuliga hending er meinkend allastaðni í Føroyum. Eingin býur og eingin bygd er spard fyri at kenna ta hørðu lagnu, sum fyrr merkti og enn merkir okkum sum fólk og tjóð. Vit vita, at okkara ríkidømið er ikki fingið lættliga. Vit hava goldið dýrt. Og hetta hava vit altíð hjá okkum; í hjørtum okkara og á minnisvarðum okkara.

Á minnisvarðar og gravsteinar rita vit nøvn okkara kæru. Tað, sum frammanundan er høgt í minni okkara, verður høgt í stein. Tað stendur eftir tann farna, og tað fer at standa eftir okkum við. Sum tigandi minni standa hesir minnisvarðar og gravsteinar sum vitni um ta dýrasta, nakar kann rinda.

...

Fyri eina siglandi tjóð er vandin altíð til staðar. Aloftast er hann fjaldur og fjarur, tí nútímans tól og tøkni hava gjørt trygdina á sjónum betri. Og lukkutíð eru vanlukkurnar á sjónum støðugt fækkaðar.

Men viðhvørt er vandin sjónligur og nær. Havið gevur og havið tekur.

Vit eru takksom fyri tað, sum havið gevur okkum. Kortini vita vit altíð, at vandi kann vera á ferð. Og vit vita eisini, at havið viðhvørt tekur meira, enn vit vilja geva. Men einki av hesum er í okkara hondum.

Vit liva í eini tíð, har vit kenna tað sum hava vit ræði á øllum. Vit kunnu stýra øllum, og vit eiga allar avgerðirnar sjálvi. Vit temja land og hav, og eingin er ímóti okkum.

Og júst tá – tá vit halda, at einki kann saka okkum – rakar vanlukkan. Tá deyðin er óvæntaður og óboðin gestur, og vit verða mint á, at vit ráða ikki, tá tað veruliga umræður.

Ella við orðunum hjá Mariu Skylv Hansen:

Nornan, hon spinnur vár lagnutráð, bæði við liðum og høllum á, fáur fær tráðin heilt slættan.

...

Sálmin Bert ein dag yrkti Lina Sandell, tá hon sjálv var í djúpari sorg. Tvær systrar hennara vóru deyðar av herviligari sjúku, og sjálv var hon álvarsliga sjúk. Um dagin í morgin visti hon einki. Hon visti bara, at tað, hon fekk – sjálvt lívið – var Bert ein dag, eitt bil í senn. Hetta var hennara uggi.

Eins og sálmaskaldið vita vit heldur ikki, hvat dagurin í morgin býður okkum. Góð tíðindi ella feigdarboð.

Vit stúra stundum fyri degnum í morgin, eisini áðrenn hann kemur. Tað er menniskjansligt. Tað verður kortini sagt, at tað verður ikki lagt meira á okkum enn tað, sum vit megna at bera.

Sum tín dagur skal tín styrki vera.

Hesi orðini kunnu veita okkum troyst og linna, tá sorgin er størst og myrkrið svartast. Orðini bera okkum vónina um, at vit hóast alt fara at megna at bera hesa byrðu.

Men orðini kunnu eisini minna okkum á, at tað einasta, sum vit vita við vissu, er, at vit eiga dagin í dag. Vit eiga bara dagin í dag. Lat okkum tí hóast sorg og sakn við takksemi minnast aftur á tað, sum vit hava havt, og á tey minnini, sum vit ongantíð fara at missa, hóast tey við tíðini kámast.

Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái, takkar stillan eyðmjúk ond.

...

Hetta farna allahalgannaárið er eingin sjólátin ella deyður í yrki sínum á sjónum. Eyðmjúkt takka vit fyri tað – meðan vit minnast tey, ið undan eru farin.

Føroya landsstýri og alt Føroya fólk hevur samkenslu við teimum, ið mist hava, og sum kenna sorgina meinast. Saman drýpa vit høvur, og við virðing og tøkk minnast vit tey, ið farin eru.

Jesus veri hjá tykkum.

Tøgn í ein minutt.

Friður verður við minni teirra.

Talan hjá Ann Hermansdóttir presti.

Tala til minningarhald á Vinnuháskúlanum 1.novembur 2023 kl 14.

Harrans Jesu Kristi náði, kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við okkum øllum. Amen! Vit skulu lesa eitt brot úr sálmi 139 í Gamla Testamenti: ”Hvar skal eg fara frá anda tínum, hvar skal eg flýggja frá ásjón tíni! Stígi eg til himna upp, tá ert tú har; reiði eg í helheimi legu mína, sí, tú ert har; lyfti eg mær á veingjum morgunroðans, setist eg við hitt ytsta hav, eisini har man hond tín meg leiða, og høgra hond tín mær halda! Um eg sigi: Myrkrið meg hylji, og ljósið íkring meg verði nátt!” Tá er tó myrkrið tær ikki ov myrkt, og náttin er klár eins og dagur, myrkur og ljós eru jøvn fyri tær”. Amen.

Í 1942 fóru tveir menn, sum vóru svágrar og systkinnabørn við 19 øðrum monnum til skips við Nýggjabergi, sum var skip úr Miðvági. Hesir báðir vóru giftir við hvør síni systur, og høvdu lítil børn. Á landi stóðu konurnar og børnini og veittraðu og ynsktu teimum góðan túr, og at Jesus mátti fylgja teimum. 7. Mars 1942 var Nýggjaberg á veg heim úr fiskiskapi í Íslandi, men varð søktur av týskum kavbáti og skipið sakk eftir 2 minuttum, og 21 mans sjólótust, har ímillum hesir báðir menn. Eftir sótu syrgjandi einkjur og faðirleys børn. Annar av hesum monnum var Jens Jacob Hansen, abbi mann mín. Einkjan, Ragnhild, sat eftir við tveimum synum, og hon kom ongantíð yvir sorgina at hava mist mannin, svágin og so nógvar onnur fólk við Nýggjabergi. Hon bar sorgina við sær hvønn einasta dag, inntil hon doyði 96. ára gomul. Slík sorg sum rakti Vágar, tá ið Nýggjaberg fór, hevur eisini rakt aðrar oyggjar og bygdir í Føroyum, tí nógvir eru teir, sum fingu váta grøv – og hetta vitna teir mongu minnisvarðarnir kring landið eisini um. Føroyingar eru eitt siglandi fólk, og sum siglandi fólk vita vit væl, at veðrið og náttúrðan man sær ráða. Nógv kunnu vit leggja undir okkum og hava vald á, men havsins bylgur lata seg ikki undirleggja okkara vald. Tað er enn nakað í tilveruni, sum ikki letur seg stýra av menniskjum. - Og kanska tíbetur. Tí við valdi fylgir ábyrgd, og ábyrgdin kann viðhvørt gerast so tung, at einki menniskja er ført fyri at bera hana. Á ymiskan hátt royna vit at temja lívið, men spurningurin er, eydnast tað hjá okkum? Letur lívið seg undirleggja okkara vald? Í hesum døgum, tá ið tosað verður um vitlíki, ella AI, um ChatGPT, um robbottar, sum líkjast okkum og sum kunnu gera nógv, sum vit gera, so megna hesir nógv, men teir eru ikki menniskju, teimum manglar lívsandan, sum Guð blásti í menniskja, tá ið Hann skapti tað. Teimum manglar tað, sum ger eitt menniskja til eitt menniskja: Eginleikan at føla. Vit verða vónandi ongantíð so klók, at vit ikki lata okkum røra av lívinum. Av kærleikanum. Av deyðanum. Av sorgini. Tí vit eru jú ikki robottar, men menniskju við anda, sál og likam. Og sum menniskju hava vit evnini at elska og at vera góð við onnur, men eisini at syrgja. Sorgin er prísurin, sum tað kostar at elska, verður mangan sagt. Og viðhvørt kann tað tykjast sum um, at hesin prísur er ov høgur. Tað vita øll, sum hava jarðað ein av sínum kæru. Tí sorgin kann kennast ógjørlig at bera. Tað er bara so, at einasti mátin at verja seg fyri sorg, er ikki at elska. Men eitt lív uttan kærleika, er tað vert at liva? Haldi vit øll høvdu svarað eitt avgjørt: Nei! Eitt lív uttan kærleika gevur ikki meining. Tað er tað stóra, tað dýrabæra við lívinum, at vit gera okkum sárbær, tí bara við at gera seg særbáran ber til at elska. Men henda prís gjalda vit fegin, tí eitt lív uttan kærleika, er ikki eitt lív. Guðs sonur betaldi tann ultimativa prísin fyri at elska menniskju, og tað gjørdi hann á krossinum. Sum Jóh 3,16 sigur: Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín hin einborna til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Guð elskaði heimin, og tí gav hann. Tí ofraði hann. Tí gjørdi Hann seg sárbæran. Tíbetur eru vit ikki einsamøll í lívinum – hvørki í tí, sum vit hava vald á ella tí, sum vit ikki hava vald á. Jesus bjóðar sær til at liva lívið saman við okkum. Viðhvørt kann okkara lívsfar sigla í blikalogn, meðan aðrar tíðir eru aldurnar høgar og hóttandi. Sálmaskaldið sigur, at óansæð hvussu lív okkara háttar sær, so eru vit í Guðs hondum. Alt tað, sum er uttanfyri okkara vald, tað er í Guðs hondum. Alt tað sum er í okkara valdi, er eisini í Guðs hondum. Í teimum hondum, sum halda í okkum frammanífrá og aftanífrá. Og sálmaskaldið spyr víðari: Hvar ella hvussu hann skal flýggja frá Guði. Gleðiboðini eru: tú kanst ikki flýggja frá Guði. Tað er einki stað, eingin støðu, har Guð ikki vil vera saman við tær. Ikki eingongd í deyðanum er tú uttan Guð, tí Hann er allastaðni. Tað er ein troyst at vita hjá teimum, sum stóðu og veittraðu til sjómannin, sum ikki kom aftur. Tað er ein troyst at vita hjá teimum, sum ikki fingu eina grøv at vitja. Ja, tað er ein troyst, hjá øllum sum sakna og syrgja at vita. Men tað er eisini ein troyst hjá okkum livandi menniskjum at vita, at Guð er altíð hjá okkum. Vit kunnu ikki flýggja frá honum. Hann er ikki bara hjá, men kennir okkum. Ja, hann veit alt um okkum, og hóast tað so elskar hann okkum. Guð er tí ein livandi veruleiki, bæði í lívi og í deyða. Deyðin er okkara fíggindi. Soleiðis kallar Bíblian deyðan, tí deyðin ger skilnað millum menniskju. Men deyðin er ikki tað seinasta, sum er at siga um mannalívið. Jesus tosar klárt og greitt, tá ið hann sigur: ”Hvør tann sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr”. Jesu uppreisn páskamorgun, Hansara sigur á deyðanum prógvar, at deyðin hevur mist sítt vald. Ikki á tann hátt, at vit ikki skulu doyggja. Tað skulu vit øll. Men Jesu sigur á deyðanum merkir, at deyðin var ikki yvirvunnin við at verða avskaffaður, nei, deyðin var yvirunnin við at missa sín týdning. Deyðin verður yvirvunnin við, at lívið fær avgerandi týdning, og deyðin verður byrjanin til nakað annað, nakað størri og betri. Tað er hetta, sum Jóhannes tosar um, tá ið hann situr á oynni Patmos: og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið.» Í trúnni á Jesus Kristus er deyði ikki endaligur, men eitt æivgt lív bíðar teimum, sum hava lagt lív sítt í Jesu hendur.

Deyðin verður mangan samanborið við eitt skip. Vit standa á landi og eygleyða skipið, sum tað fer siglandi út á havið, og vit hyggja inntil tað fer um havsbrúnna, og vit ikki síggja tað meir. Tað fer út har, sum himmal og hav møtast. Deyðin er sum eitt skip, sum siglir avstað við okkara kæru. Og vit standa inni við land og siga: har fór hann. Nú er hann burturi.. Men sjálvt um skipið fer um havsbrúnna, og vit ikki kunnu síggja tað longur, so vita vit tó, at tað er har enn. At tað siglir bara til eitt annað stað. Og tá ið tað nærkast landi, standa nøkur har og bíða og taka ímóti og siga: hygg, nú kemur tað. Soleiðis er tað við skipinum, og soleiðis trúgva vit, at tað er við teimum menniskjum, sum vit siga farvæl við her. Vit siga farvæl, men eina aðrastaðni eru tað nøkur, sum siga vælkomin heim.

Amen.

 


Myndarøð
5 apr 2024
Her kanst tú rita inn á MÍTT LÍV
28 mar 2024
Føroya Skipara-& Navigatør­felag ynskir okkara sjófólki ætt vinum kenningum einar gleðiligar páskir.
24 mar 2024
Manningin á Westward Ho hátíðarhald í Múllers Pakkhúsi
24 mar 2024
Eldur í skipið á víðum havi var ringasta hending
14 mar 2024
Sáttmáli undirskrivaður millum KAF og FSN
7 mar 2024
Dómur fallin. Tann sum skal valda, skal gjalda
20 feb 2024
Semingsstovnu­rin boðsendur
10 feb 2024
Góð uppmøting til Brúgvakaffi