Tíðindi

Landsstýrið ætlar at 3. lands arbeiðarar skula mannað Føroysku fiskivinnuna, og hesi fólk flyta sína inntøkur mest sum 100% av landinum,

6 nov 2023

Landsstýrið ætlar at 3. lands arbeiðarar skula mannað Føroysku fiskivinnuna, og hesi fólk flyta sína inntøkur mest sum 100% av landinum,

Tíðindafundur var í kjallaranum úti í Tinganesið seinnapart síðsta fríggjadag, har Skattaumskipanin 2024 – 2025 bleiv løgd fram fyri tíðindafólkum, Føroya Skipara -& Navigatørfelag luttók á fundinum eisini.

Eftir alt sitandi samgonga hevur lóggivið Sjúkrarøktarfrøðingarnar til arbeiðis, so má samgongan sleikja síni bløðandi sár við ymiskum snildum, men spurningurin er so, hvønn ætlar samgongan hetta skal raka?

Tað var væntandi at at Sjó og fiskivinnan skal rinda gildið fyri lovaðu vallyftini, so sum skattalættar til nøkur og lønarlyft til nøkur útvald. Sjómannafrádrotturin sum kom fyri nógvum árðum síðani, kom grundað á, at nógvir Føroyingar rímdu av landinum, tí eitt nú vóru treyturnar í t.d. Norra nógv betri enn Føroysku treyturnar. Ein Normaður hevði tá ein botnfrádrátt uppá kr. 65000,- um árið. Hetta bleiv so broytt í Føroyum til 15% av kr. 500.000,- Men sum fráleið, so bleiv hetta broytt til 14% av kr. 470.000,-

Nú ætlar samgongan at flyta fokus frá verkfallið hjá Sjúkrarøktarfrøðingunum, sum sitandi samgonga hevur lóggivið til arbeiðis aftur, vit at koma við einum skattalætta, Men hvør skal rinda?

Samgongan er samd um, at hetta skal vanligið sjómaðurin rinda, sjómannafrádrátturin skal koma niður á 14% av kr. 300.000,- hetta svarar til kr. 42.000,- um árið, samstundis sum tilfeingisgjøldini hækka, sum skiparar við manning eisini rinda bróðurpartin av, so saman um tikið, so skula skiparar og manning missa og rinda í bæði borð.

Allsamt fleiri Føroyskir fiskimenn og fiskiskiparar, sum búgva í føroyum og sum starvast í útlandinum hava longu tikið støðuna, teir flyta av landinum.

Tað er undrunarvert at okkara fólkavaldu ikki megna at hugsað aðrar inntøkumøguleikar enn at skatta seg gjørnum vallyftini, heldur enn at framleiða seg ígjørnum lyftini.

Eitt sum er fakta, landið missur meiri fyri minni, fleiri flyta av landinum grunda á ógvusligu broytingarnar í sjómannaskattinum, ímeðan vit fáa allsamt fleiri 3. lands arbeiðarar at mannað arbeiðsplássini, og hesi fólk flyta sína inntøkur mest sum 100% av landinum, so samlaða keypiorkan sum skuldi verði í Føroyum, blivur burtur, hetta er ein fakta domino effekt, sum kemur at krevja enn meiri av okkum sum eftir eru.

Føroya Skipara-& Navigatørfelag heitir á Føroya Løgting / Landsstýrið, um vit skula varðveita tað føroysku vitanina innan føroyska fiskivinnu, so latið verða við at broyta skattaskipanina fyri føroyska fiskivinnuna, men seta frádráttin aftur á 15% av kr. 500.000,-

Vinarligast Annfinnur Garðalíð Formaður


3 des 2024
Brúgvakaffi Fríggja­dagin 06-12-2024 kl 10:00 - 12:00
28 nov 2024
Fundarinnkalling mánamorgunin tann 02. 12. 2024 kl 10:00
11 nov 2024
Umsóknarblað Til Grunnin Fyri Óarbeiðsførðar Fiskimenn
4 okt 2024
Fundarinnkalling
30 aug 2024
Brúgvakaffi var í dag 30-08-2024
29 aug 2024
Nordisk Navigatørkongress í Íslandi.
28 aug 2024
Bjóða verður inn til Brúgvakaffi
24 aug 2024
Aspirant­skipanin skal eggja fleiri at velja sjóvinnu­útbúgvingar