Tíðindi

Ársaðalfundurin hjá Føroya Skipara-& Navigatørfelag

13 des 2023

Aðalfundarinnkalling

Kæri limur

Aðalfundurin hjá Føroya Skipara-& Navigatørfelag verður hildin, hósdagin tann, 28. Desembur. Vit byrja við innskriving og morgunmati kl: 09:30 á Hilton Garden inn, Staravegur 13, Tórshavn.

Vit fáa vitjan av Country sangaranum Magna Christiansen, hann singur nøkur løg fyri okkum.

§ 7 Aðalfundur 1. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki hjá FSN. 2. Atkvøðurætt hava bert limir, ið hava goldið limagjald fyri viðkomandi ár 2023.

Dagsskrá:

A. Val av fundarstjóra

B. Frásøgn frá formanninum um virki felagsins í farna ári

C. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi

D. Val av nevndarlimum

E. Val av grannskoðara

F. Ásetan av limagjaldi

G. Støðutakan til innkomin mál

H. Ymiskt

Hesaferð standa 5 nevndarlimir fyri vali. Um tú ynskir at velja við brævatkvøðu til nevndarvalið, so kanst tú venda tær til skrivstovuna.

Ein steðgur verður uml. kl. 12:00, tá atkvøðurnar frá nevndarvalinum verða taldar. Í døgurðasteðginum verður borðreitt við GÓÐUM ábiti.

Føroya Skipara- & Navigatørfelag gleðir seg, at síggja teg á aðalfundinum. Nevndin og starvsfólk ynskja tær og tínum kæru, eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár og vit takka fyri stuðul og gott samanhald í 2023.

P.S. Vit heita á teg, um at senda okkum tín teldupost bústað og fartelefon nummar til fsn@fsn.fo, so vit betri og skjótari kunnu samskifta og senda tær kunningarskriv.

Annfinnur Garðalíð, formaður


26 aug 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi
31 jul 2026
Tíðindaskriv frá IFSMA
20 jul 2026
Skrivstovan stongd vegna summarfríð
24 jun 2026
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
17 jun 2026
Brúgvakaffi nú fríggja­dagin
8 jun 2026
IFSMA newsletter 101 june 2026
28 apr 2026
Semingsstovnu­rin hevur kastað frá sær
28 apr 2026
I dag tann 28.04.208 byrjaði semingsroyndin millum manningarfeløg­ini og Føroya Reiðara­felag.