Tíðindi

Sáttmáli undirskrivaður millum KAF og FSN

14 mar 2024

Í dag tann 14-03-2024 kl 12:00 hittust partarnir KAF og FSN í hølunum hjá Semingsstovninum at viðgerða íkomnu støðuna viðv sáttmálasamráðingunum.

Fríggjadagin í síðstu viku royndi Semingsstovnurin at fáa semju millum partarnar, men tá til stykkis kom, so vrakaði KAF semingsuppskotið.

Partarnir vóru tá samdir at gevast men semingsstovnurin hevði samband millum partarnar. Í dag var kallað inn til semingsroynd aftur og nú bar til, nakað av tillaðingum blivu gjørdar og nýtt semingsuppskot lagt fram millum partarnar, báðir partarnir góðtóku semingsuppskotið.

Gjørd er ein trý ára avtala við støði í galdandi karmum sum eru ávikavist 3,8-4,2 og 4,75 % fyri trý ár. Nakað viðv vaktargjøld, barsil og eftirsituløn kom í semjuna eisini.

Sí semjuna her:


18 jul 2024
Grund­arlagið undir sáttmálu­num ridlar
18 jul 2024
Grund­arlagið undir sáttmálu­num ridlar
25 jun 2024
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
20 jun 2024
Semja undirskriva millum FSN og FMR
12 jun 2024
1. Semingsfundu­rin millum FSN FMR var í dag
4 jun 2024
Semingsstovnu­rin á vitjan
31 mai 2024
Brúgvakaffi
14 mai 2024
Lessarabræv