Tíðindi

Lessarabræv

14 mai 2024

Áheitan frá Føroya Skipara-& Navigatørfelag

Àheitan frá Føroya Skipara-& Navigatørfelag

 

LAT OKKUM FAKFELØG STANDA SAMAN UM AT STEGÐA ARBEIÐSGEVARUNUM Í AT BRÚKA ÚTLENDSKU ARBEIÐSMEGINA SUM  VERFALLSBRÓTARAR

 

Nú frættu vit í fjølmiðlunum tað sum  vit frammanundan hava havt varhugan av, nevniliga at greiðar ábendingar eru um, at arbeiðsgevarar miðvíst royna at brúka fremmanda arbeiðsmegi í einari ódámligari roynd at máa grundarlagið undan lógliga verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum.

 

Talan er í flestu førum um útlendingar, sum ikki hava kunnleika til føroyska arbeiðsmarknaðin, og sum tí eru løtt offur at brúka í herðferðini hjá arbeiðsgevarunum móti føroysku fakfeløgum

 

 

Eg vil staðiliga heita á øll fakfeløg, løntakarar og politikarar, sum virða verkfalssrættin, at standa saman í stríðnum móti hesari framferð, har óvitandi fremmandafólk kyniskt verða brúkt í stríðnum móti føroysku fakfelagsrørsluni og teimum rættindum, sum vit hava stríðst fyri nú í meira enn eina øld.

 

NÆR VERÐUR TAÐ OKKARA FELAG, SUM VERÐUR RAKT AV SAMA UNDIRGRAVANDI VIRKSEMI

 

Eingin ivi er um, at nú arbeiðsgevarar hava sæð, at tilber at brúka útlendsku arbeiðsmegina í royndini at knúsa føroysku fakfeløgini, so gongur ikki long tíð fyrr enn okkara felag ella eitt annað av føroysku fakfeløgunum fer at kenna avleiðingarnar av hesum ódámligu framferð hjá pørtum av okkara arbeiðsgevarum.

 

Tí er alneyðugt at vit skjótast tilber taka stig til at steðga hesum ágangi, og m.a. er neyðugt at okkara politikarar framyvir trygga, at arbeiðsgevarar ikki kunnu tvinga ella ávirka útlendingar til ikki at gerast limir í føroyskum fakfelag.


27 des 2025
Annfinnur heldur fram sum formaður
27 des 2025
Jørgen Thomsen og Petur Mohr eru nývaldir
27 des 2025
Aðalfundu­rin er í gongd – tað verður dystarval
23 des 2025
Sigurfari bjargaði lívinum á fimm russiskum sjófólkum – 32 doyðu
23 des 2025
Tøgn lekir ongi sár
23 des 2025
Sigurfari bjargaði lívinum á fimm russiskum sjófólkum – 32 doyðu
23 des 2025
Menn mugu tora betur at tosa um kenslur
20 nov 2025
Innbjóðing til Brúgvakaffi.