Tíðindi

Aspirantskipanin skal eggja fleiri at velja sjóvinnuútbúgvingar

24 aug 2024

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Aspirantskipanin er ein skipan, har tað ber til at læra til skipara, skipsførara ella maskinmeistara á ein øðrvísi hátt enn við vanligari skúlagongd. Talan er um eina øðrvísi skipaða skúlagongd, har aspirantarnir nema sær bæði skúla og siglingstíð um somu leið.

Seinastu árini er talið á umsøkjarum á skipsaspirantinum fallið, og tí hevur samgongan sett sær fyri at endurskoða skipanina fyri at økja um tilgongdina til útbúgvingina.

Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, sett ein arbeiðsbólk til at endurskoða aspirantskipanina.

Arbeiðsbólkurin hevur nú handað landsstýrismanninum eitt tilmæli, har mælt verður til ábøtur, sum gera skipanina meira attraktiva hjá ungum at velja.

Arbeiðsbólkurin mælir millum annað til at:

eitt lønarískoyti gerst partur av starvsvenjingarskeiðnum umborð

at reiðaríðið ger útbúgvingarsáttmála við aspirantin, ið staðfestir, at reiðaríið hevur høvuðsábyrgd av aspirantinum

útbúgvingarbókin verður útbygd og ábyrgdin av henni gjørd greiðari, til tess at tryggja aspirantum teirra lærdóm

upptøkugrundarlagið verður breiðkað, soleiðis onnur enn tey við gymnasialari miðnámsútbúgving kunnu velja aspirantvegin

Tilmælið kann lesast her.

Í arbeiðsbólkinum sótu (sí mynd) Janus á Ryggi, Jón Helmsdal, Anfinnur Garðalíð, Jórun Gardar, Rúni A. Mortensen og Arnfinn Bech, sum tó væntar á myndini.


4 okt 2024
Fundarinnkalling
30 aug 2024
Brúgvakaffi var í dag 30-08-2024
29 aug 2024
Nordisk Navigatørkongress í Íslandi.
28 aug 2024
Bjóða verður inn til Brúgvakaffi
24 aug 2024
Aspirant­skipanin skal eggja fleiri at velja sjóvinnu­útbúgvingar
18 jul 2024
Grund­arlagið undir sáttmálu­num ridlar
18 jul 2024
Grund­arlagið undir sáttmálu­num ridlar
25 jun 2024
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum