Tíðindi

Nordisk Navigatørkongress í Íslandi.

29 aug 2024

Í døgunum 26. og 27. august bleiv seinna hálvárliga Norðurlenska Navigatørkongressin hildin í Íslandi við Grímsborgir.

Í døgunum 26. og 27. august bleiv seinna hálvárliga Norðurlenska Navigatørkongressin hildin í Íslandi við Grímsborgir. Vertirnir í Íslenska felagnum bjóðaðu gestunum ein túr út í Vestmannaoyggjarnar, har vit fingu eina góða uppliving við góðum veðrið. Ein guide var við okkum, har vit bæði koyrdu nakað runt á oynni og gingu nakað. Vit fingu eina góða rundvísing inni í einum museum sum var bygt runt um eini hús sum førðust í eldgosinum sum breyt út í januar 1973 og sjálvt gosið endaði í mai mánaði. Vit upplivdu eisini ein túr runt um oynna og vóru inni í eini holu. Jú av sonnum ein sera góð uppliving.

Sjálv kongressin hevur eina fasta agenda, har hvørt felag leggur fram og greiður frá virksemið í felagnum seinastu 6 mánaðirnar, alt frá samráðingum,lønarvøkstri, fólkatal, arbeiðsloysi o.s.v. FSN stendur seg væl í lønarspurninginum, tá tað snýr seg um lønarhækkan í mun til onnur lond. Viðv Vinnuháskúlanum sum hevur afturgongd viðv Navigatørum, so er hetta eisini ein trupuleiki í hinum londunum, tó ikki í Norra. Norra hevur gjørt eitt stórt átak á allmennu miðlunum s.s. TIK TOK og tað hevur hilnast sera væl. FSN hevði lagt framspurningin um loðsing. FSN hevði eina framløgu um lógartekstin í høvðusheitum, og um loðsfríðtøku og takstir, tað bleiv eisini lagt fram um hvussu FMA tulkar lógina um loðsing og fríðtøku fyri loðsing. Hetta punkt fekk væl av rúmd og øll londini høvdu framløgur. Annars er at siga, hetta við at koma saman, tað styrkir felagsskapin og vit kunna deila royndir hjá hvørjum ørðum. Næsta Kongressin verður í Norra januar 2025. Og tá er vanligt, at vit hava innkallað tey norðurlensku Sjófartstýrðini, FMA verður altíð bjóða við og hevur FMA altíð tikið av innbjóðingini. Vanliga hava vit tikið ymisk aktuel evnir upp, s.s. trygd á sjónum okkurt viðv IMO o.s.v. Samamum tikið, sera áhugavert.


Myndarøð
4 okt 2024
Fundarinnkalling
30 aug 2024
Brúgvakaffi var í dag 30-08-2024
29 aug 2024
Nordisk Navigatørkongress í Íslandi.
28 aug 2024
Bjóða verður inn til Brúgvakaffi
24 aug 2024
Aspirant­skipanin skal eggja fleiri at velja sjóvinnu­útbúgvingar
18 jul 2024
Grund­arlagið undir sáttmálu­num ridlar
18 jul 2024
Grund­arlagið undir sáttmálu­num ridlar
25 jun 2024
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum