Tíðindi

Nordisk Navigatørkongress hildin í Haugesund 28. og 29. januar 2025

30 jan 2025

Tey norðurlensku navigatørfeløgini høvdu sín 1. árliga fund í Haugesund tann 28. og 29. januar 2025. Hesir afturvendandi fundirnir verða hildnir ávikavist í Danmakr-Norra- Finnlandi - Svøríki - Íslandi og Føroyum. Fundirnir snúgva seg í høvðusheitinum um hvat ferð fram í teimum ymisku londunum, Lønarlag, arbeiðsloysi, karmur, samráðingar og ymisk viðkomandi mál verða eisini tikin upp. Vannliga so bjóða vit teimum Norðurlensku sjófarstýrilsunum við á fundin í Januar, har tey hava sínar framløgur um ymisk viðkomandi mál og ymisku lógarbroytingar innan IMO o.s.v.

Hesaferð vitjaðu vit Deepocean. Hetta var ein sera áhugaverd vitjan, har teir greiddu frá útviklinginum í skipaferðsluni við mannleysum skipum. Norra hevur ordra fleir nýggj skip sum koma at sigla mannleys. Vit vitjaðu kontrollrúmið har menn sótu og fylgdu við umiskum arbeiði á havbotninum innan oljuvinnuna, og í oljuvinnuni er stór broyting, talan er eisini um mannleysar borplattformar. Sagt var, at tey næstu 10 árðini koma vit at sýggja stórar broytingar við mannleysum eindum.


Myndarøð
10 mar 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi.
11 feb 2026
Captains Cottage
2 feb 2026
Í dag hava partarnir FSN og KAF handað sátt­mála­krøv­ini
28 jan 2026
FSN vil eisini av við lívrentuna
27 jan 2026
Nordisk Navigatør Kongress í Helsingør
27 des 2025
Annfinnur heldur fram sum formaður
27 des 2025
Jørgen Thomsen og Petur Mohr eru nývaldir
27 des 2025
Aðalfundu­rin er í gongd – tað verður dystarval