Tíðindi

Íslendskir trolaramenn á vitjan

1 jun 2025

“Tekið i bløkkina” eitur íslendska felagið fyri uppilagstar fiskimenn, sum í síni tíð sigldu við síðutrolara. Fyrr í vikuni vitjaðu nakrir teirra FSN. Teir vóru ógvuliga áhugaðir í søgum um føroyska sjómanslívið, og fleiri teirra mintust nógvu føroyingarnar, sum sigldu við íslendskum trolarum miðskeiðis í seinastu øld

Týsdagin hevði Føroya Skipara- og Navigatørfelag (FSN) forkunnuga vitjan, tá 10 eldri íslendskir trolaramenn komu á gátt. Menninir vóru allir limir í áhuga- og hugnafelagnum “Tekið i bløkkina” í Reykjavík. Navnið sipar til boðini, sum blivu rópt umborð á teimum gomlu íslendsku síðutrolarunum, tá hálað varð, og tað skuldi loysast sundur millum fremra og aftara veirin á blokkinum á tí aftara gálganum.
Miðalaldurin í íslendska ferðalagnum var um 80 ár. Markus Alexandersson á myndini er gamal trolaraskipari og fyllir 91 í næstum. Hann takkað fyri blíðskapin og hugleiddi stutt um gamlar dagar og baldruta sjólívið við síðutrolarunum

 

 

 

 

 

 

Hjá FSN greiddi Annfinnur Garðalíð formaður frá um felagið og um felagshúsið í Smærugøtu í Havn, sum skiparin Sámal Jacobsen, í síni tíð bygdi. Fleiri í ferðalagnum vistu um Sámal og beiggjan Eiler, sum var ikki minni kendur skipari og reiðari, og onkur kendi teir væl.

Annfinnur Garðalíð, FSN-formaður, greiddi frá felagnum og felagshúsinum - onkra skemtiliga søgu visti hann eisini at siga 

 

 

 

 

 


Beinanvegin ferðalagið kom inn í stóra fundarhølið hjá FSN, flokkaðust teir um serliga íslandskortið, ið hongur á bróstinum, og sum vísir nær og hvar føroysk skip eru burturgingin á havleiðunum kring Ísland. Prátið fall eisini á íslendska trolaran Goðanes, sum fórst á Flesjunum 2. januar 1957, og skiparin sjólætst, tí hesa vanlukkuligu hending mintust fleiri teirra.

 

 

 

 

 

Íslendsku gestirnir sýndu íslandskortinum, har burturgingin føroysk skip eru eyðmerkt, stóran áhuga

 

Tað vóru gamlir íslendskir fiskimenn, ið høvdu fiskað við teimum gomlu síðutrolarunum, sum stovnaðu felagið “Tekið i bløkkina” í 2016. Felagið hevur umleið 40 limir, og 20 – 25 teirra plaga at møta upp til hugnaligu fundirnar, sum verða hildnir eina ferð um mánaðin uttan í juli og august. Fundirnir verða hildnir á tí elsta av sonevndu DAS-ellisheimunum í Reykjavík. Tað bleiv bygt í fimtiárunum fyri pengar, sum sjómenn høvdu savnað, og hýsti í fyrstani bara sjómonnum og sjómannahjúnum. Nú er tað partur av DAS, sum rekur fleiri ellisheim og eldrabústaðir í Íslandi, og sum Sjómannadagsráðið eigur.

Sjómannadagsráðið bleiv stovnað í 1937 og hevur síðan á hvørjum ári eisini skipað fyri tí kenda Sjómannadegnum í Íslandi.

Tað er skipsmeklarin Þórarinn S. Guðbergsson, sum er fyriskipari á ferðini til Føroya. Hann hevur hug at skemta eitt sindur við sínum limaskapi í felagnum “Tekið i bløkkina”, tí hann kann ikki reypa av serliga drúgvum royndum við síðutrolarum.
Þórarinn S. Guðbergsson, skipsmeklari, er fyriskipari á ferðunum hjá felagnum “Tekið i bløkkina”. Hann kennir nógvar føroyingar, bæði sum skipsmeklari, har hann hevur verið millummaður í onkrum føroyskum skipahandlum, og frá tíðini sum agentur í Grimsby

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

– Eg var ein túr við einum síðutrolara, tá eg var 16 – 17 ára gamal, tí eri eg sloppin uppí “Tekið i bløkkina”, men kanska hevur tað hjálpt, at tveir av skiparunum, sum førdu míni skip, eisini eru limir, sigur hann flennandi.

Á yngri árum rak Þorarinn nevniliga flakavirki og tríggjar hekkutrolarar á Garði vestan fyri Keflavík. Í 1984 seldi hann virki og skip og flutti til Týsklands við familjuni. Tá hann fór, hevði hann ikki so nógvar aðrar ætlanir enn kanska at læra seg tyskt og annars taka sær av løttum.

– Men dagin eftir, at eg var komin til Týsklands, var eg agentur fyri íslendsk skip og fiskasølur í Bremerhaven og Cuxhaven, greiðir hann frá.

Familjan búði í Týsklandi í trý ár, og flutti síðan til Grimsby í Onglandi, har hann hevði fingið bjóðað stjórastarvið í eini gamlari íslendskari fiskivinnufyritøku. Í Grimsby virkaði hann eisini sum agentur fyri íslendsk, týsk og føroysk fiskiskip, og kom tá at kenna nógvar føroyskar skiparar og reiðarar.

Í 1991 flutti Þórarinn S. Guðbergsson aftur til Íslands at virka sum skipsmeklari. Hann eigur meklaravirkið Álasund Shipbrokers saman við einum soni, og hann hevur verið millummaður í fleiri føroyskum skipakeypum og -sølum.

Í dag er Þórarinn 80 ára gamal, og tað er nøkulunda miðalaldurin í íslendska ferðalagnum. Tað var hann, sum fekk hugskotið at skipa fyri uttanlandsferðum fyri gomlu trolaramenninir í áhugafelagnum – uttanlandsferðir sum onkursvegna knýta seg til søguna hjá gomlu síðutrolarunum.

Fyrsta ferðin varð gjørd í 2023, og tá gekk leiðin til Týsklands, har vitjað var í Bremerhaven og í Hamburg. Í fjør vóru teir í Onglandi og vitjaðu, Grimsby, Hull, York og Manchester, og longu á Onglands–ferðini varð avgjørt at vitja í Føroyum í ár.

Ferðalagið skuldi koma til Føroya mánadagin, men tekniskt brek á flogfarinum hevði seinkað fráferðina úr Keflavík so mikið, at tey ikki lendu í Vágum fyrr enn týsnáttina. Tað hevði ikki tó ikki oyðilagt góða hýrin á útferðunum týsdagin, sum Tora Tourist skipaði fyri við sjálvum Sámali Bláhamar sum ferðaleiðara.

 

 

 

 


Sámal Bláhamar frá              Elias Zachariasen,
Tora Tourist var                     næstformaður í FSN,
ferðaleiðari                             var eisini við


Myndarøð
1 jun 2025
Íslendskir trolaramenn á vitjan
15 apr 2025
Broytingar ávegis í norskari lóg. Hetta kann koma at ávirka FAS skip sum sigla á Norskum sokkli.
26 mar 2025
Innbjóðing til Brúgvakaffi.
18 mar 2025
Semja undirskriva millum FSN RFH
4 mar 2025
Sáttmálasam­ráð­ingar­nar millum FSN og RFH eru slitnaðar
21 feb 2025
Sáttmálin millum FSN og RFH er framlongdur í eina viku t.v.s. fram til 7. mars
11 feb 2025
Fyrireiking til Fasta Gerðarættin sum verður 17. feb 2025
4 feb 2025
Avmarkingar í landingum uttanlands skulu burtur