Tíðindi

Føroya Skipara -& Navigatørfelag sent bræv til Fasta Gerðarættin um uppaftur tøku av FG 1/2023

22 jul 2025

Vegna Føroya Skipara- og Navigatørfelag skal eg við hesum biðja um, um at málið

FG 1/2023 Føroya Skipara- og Navigatørfelag móti Reiðarafelagnum fyri Handilsskip

verður tikið uppaftur eftir § 11, stk. 2 í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt: «Í serligum føri kunnu formenninir tó í semju, eftir áheitan frá parti, innan fyri fýra vikur frá úrskurði, taka málið upp av nýggjum sum týðandi mál, har allir gerðarrættarlimirnir eru við.»

Sum grundarlag fyri umbønini verður víst til, at vit halda, at hetta mál hevur alstóran principiellan týdning sum fordømi fyri allan tann siglandi arbeiðsmarknaðin.

Sentralt i avgerðini frá 1. juli er,

at ein arbeiðsdagur eisini kann verða ein ferðadagur, og at tað er arbeiðsgevararin sum avger tað.

Henda niðurstøða hevur alstóran týdning fyri bæði sáttmála- og lógartulking á økinum, og tí halda vit, at málið lýkur treytirnar fyri uppafturtøku eftir § 11, stk. 2 í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt


27 des 2025
Annfinnur heldur fram sum formaður
27 des 2025
Jørgen Thomsen og Petur Mohr eru nývaldir
27 des 2025
Aðalfundu­rin er í gongd – tað verður dystarval
23 des 2025
Sigurfari bjargaði lívinum á fimm russiskum sjófólkum – 32 doyðu
23 des 2025
Tøgn lekir ongi sár
23 des 2025
Sigurfari bjargaði lívinum á fimm russiskum sjófólkum – 32 doyðu
23 des 2025
Menn mugu tora betur at tosa um kenslur
20 nov 2025
Innbjóðing til Brúgvakaffi.