Tíðindi

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25 jul 2025

Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið góðtaka ikki, at aðrar starvs- og lønartreytir skulu galda fyri teirra limir umborð á avloysaraskipinum Galaxy enn tær, sum eru galdandi fyri Smyril í sáttmálanum fyri SSL. Feløgini lýsa tænastubann, og fráboðan verður send til ITF

- At Smyril má í dokk er sín søk, men vit fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at Strandferðslan og Fíggjarmálaráðið gera sær dælt av støðuni við at dumpa lønirnar á avloysaraskipinum. Ongin sáttmáli ella sáttmálalíknandi avtala er gjørd fyri yvirmenninar á Galaxy, meðan skipið skal avloysa Smyril, og tí nokta vit okkara limum at gera tænastu umborð á skipinum. Hesum hava vit í dag boðað Stradferðsluni og Fíggjarmálaráðnum frá.

Tað sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, FSN, um støðuna, nú Smyril um ein mánað skal í dokk, og grikska skipið Galaxy skal loysa av.

Eftir ætlanini hjá Strandferðsluni skulu tveir skiparar, tveir stýrimenn, tveir maskinmeistarar og átta dekkarar umborð sum føroysk manning afturat útlendsku manningini, ið er við skipinum.

- Vit fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at Strandferðslan og Fíggjarmálaráðið gera sær dælt av støðuni við at dumpa lønirnar á avloysaraskipinum, sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag

FSN og Maskinmeistarafelagið draga eina línu í málinum og lýsa tænastubannið saman.

- Sjálvandi kunnu vit ikki góðtaka lønardumping. Vit kunnu bara lýsa tænastubann fyri okkara limir, men vit finna okkum tó heldur als ikki í, at útlendska manningin skal sigla undir verri sáttmálatreytum enn teimum, sum galda fyri Smyril, og tí boða vit eisini ITF frá støðuni, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

ITF (International Transport-workers Federation) er altjóða samgongan av fakfeløgum, hvørs limir starvast í flutningsvinnuni.

Smyril fer í dokk frá 23. august og einar átta vikur fram.

- Vit kunnu bara lýsa tænastubann fyri okkara limir, men vit finna okkum tó heldur als ikki í, at útlendska manningin skal sigla undir verri sáttmálatreytum enn teimum, sum galda fyri Smyril, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum


25 jul 2025
Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy
25 jul 2025
Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy
25 jul 2025
Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy
22 jul 2025
Føroya Skipara -& Navigatør­felag sent bræv til Fasta Gerðarættin um uppaftur tøku av FG 1/­2023
21 jul 2025
Skrivstovan er stongd vegna summarferiu
18 jul 2025
Kanning av línuskipum
26 jun 2025
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
19 jun 2025
Innbjóðing til Brúgvakaffi.