Tíðindi

FSN fegnast um, at Útlendingarnir skulu avlønast eftir Føroyskum sáttmála .

15 aug 2025

Í FG í gjár kom fram udan kavi, at útlenska manningin umborð á avloysaraskipinum Galaxy, skal avlønast eftir sáttmaálanum millum manningarfeløgini. Hetta vóru harraboð frá útlendingastovuni í gjár. Manningarfeløgini MF og FSN bjóaðu beinanvegin FMR til eina semju, men FMR takkaði nei takk. Hetta var og er bara so óskiljandi.

FSN ætlar sær umborð á skipið Galaxy tá tað kemur til Føroyar og kunna skipara og manning um galdandi sáttmála á økinum.

Í dag hevur FSN aftur bjóða FMR til ein semjufund:

Fra: Annfinnur Garðalíð Sendt: 15. august 2025 10:21 Til: Jan Mortensen Cc: Arnfinn Bech ; FSN - Journal Emne: viðv Galaxy

Góðan dagin Jan Mortensen

Viðv FG í gjár um avloysaraskipið Galaxy, har fram kom, at manningin skuldi lønast samært føroyskum sáttmála, so skal eg siga frá, at kl 16:00 í dag fari eg í weekend og verði helst ikki tøkur fyrr enn 25 - 08 -2025. So um tú hugsar at stinga høvdini saman, so má eg frætta.

Vinarliga

Annfinnur Garðalíð

Formaður

FSN

216973

SVAR:

Fra: Jan Mortensen Sendt: Fredag 15 August 2025 10:28 Til: Annfinnur Garðalíð Cc: Arnfinn Bech ; FSN - Journal Emne: SV: viðv Galaxy

Góði Annfinnur,

Vit standa við okkara tilboð um at skipa dokkingina soleiðis, at manningarskifti verður framt undir dokkingini, soleiðis at allir mans kunnu fáa eina eyka inntøku í dokkingarskeiðinum.

Hinvegin vilja vit ikki gjalda eyka løn, soleiðis sum tit hava kravt, fyri manningina sum fer umboð á Galaxy, tí talan er um eina munandi minni og avmarkaða uppgávu.

Um hetta hevur áhuga, ber altíð til at stinga høvdini saman.

Vinarliga

Jan Mortensen

Lønarstjóri Office: +298 352020

Mobile: +298 552000

jan@fmr.fo FSN hevur við telduposti bjóða FMR til eina seming men FMR takkaði nei takk.


31 jul 2026
Tíðindaskriv frá IFSMA
20 jul 2026
Skrivstovan stongd vegna summarfríð
24 jun 2026
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
17 jun 2026
Brúgvakaffi nú fríggja­dagin
8 jun 2026
IFSMA newsletter 101 june 2026
28 apr 2026
Semingsstovnu­rin hevur kastað frá sær
28 apr 2026
I dag tann 28.04.208 byrjaði semingsroyndin millum manningarfeløg­ini og Føroya Reiðara­felag.
23 apr 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi.