Tíðindi

Nólsoyingar mótmæla

2 sep 2019

Skiparin á Ternuni hevur fylgt galdandi reglum.

Nógv hevur verið frammi í fjølmiðlunum, nú fólk í gjár forðaðu Ternuni at sleppa frá bryggju í Nólsoy.

M.a. hava atfinningar verið móti skiparanum, hóast hann í einari sera truplari støðu ikki gjørdi annað enn tað, sum hann hevur bæði rætt og skyldu til sambært grein 49 og 60 í sjómanslógini.

Øll hugsa ikki um tað ótespiligu støðu, har fólk í veruleikanum tóku ræði á skipinum, sum ikki slapp frá aftur bryggjuni.

Tað er lætt nú aftaná at bagatillasera støðuna, men vit eiga at minnast til, at skiparin hevur evstu ábyrgd av bæði skipi, farmi og ferðafólkinum, og í støðuni var tað heilt náttúrligt ikki at opna portrið, tí støðan kundi hugsast at gerast enn meira álvarsom, um fólk kundu tysja umborð á Ternuna, aftan á at fólk av landi høvdu bundið skipið.

Tað er ikki skiparin sum ásetir hvørja leið skipið skal sigla, men hinvegin er tað reiðarin.

Vit skulu tí átala tær atfinningar, sum eru settar fram móti skiparanum, tí vit mugu staðfesta, at skiparin júst hevur gjørt tað sum náttúrligt var í einari støðu sum hesari, har fólk í veruleikanum høvdu tikið ræði á skipinum.

Tórshavn, 02.09.2019

Vegna Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Annfinnur Garðalíð Formaður


5 nov 2019
Formaðu­rin í Búskaparráð­num fær reytt kort
23 okt 2019
Hjálpargrunnu­rin fyri óarbeiðsførar fiskimenn
20 sep 2019
Fyrrver­andi klaksvíkstrola­rin Stella Kristina hevur loyst fyri seinastu ferð
18 sep 2019
Kunningarfundur um tína pensjón
2 sep 2019
Nólsoyingar mótmæla
30 aug 2019
Nordisk Navigatør Kongress í Føroyum
20 aug 2019
Vilja hava uppboðssølu avtikna
28 jun 2019
Ellintur M. Abrahamsen heiðraður