Tíðindi
Gestirnir vóru ovfarnir
Ársfundurin og ráðstevnan hjá IFSMA vóru framúr væleydnað, og FSN fekk nógv føgur orð í talunum undir endaborðhaldinum fríggjakvøldið. FSN-formaðurin er fegin um forkunnuga møguleikan at hýsa stóra tiltakinum og um, at tað gekk so væl
Tað var ikki sørt, at onkur av gestunum feldi tár undir talunum, sum blivu hildnar undir galladøgverðanum – endaborðhaldinum – á Hotel Føroyum fríggjakvøldið í sambandi við, at IFSMA-ársfundurin við tilhoyrandi ráðstevnu var at enda komin.
Og tað er onki at taka seg aftur í, at útlendsku gestirnir vóru ovfarnir – ovfarnir av Føroyum og ikki minni ovfarnir av, hvussu væl alt var fyriskipað.
Jim Scorer, fráfarandi aðalskrivarin í IFSMA, helt eina rørandi talu, har hann tók afturíaftur nógvu upplivingarnar, gestirnir taka við sær úr Føroyum, hóast fundar- og ráðstevnuskráin eisini var væl pakkað. Ikki minst hevði túrurin undir Vestmannabjørgini verið minniligur, har Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, FSN, eisini hevði víst teimum, hvar hann plagdi at ganga fjøllini.
Jim Scorer, fráfarandi aðalskrivarin í IFSMA, helt eina rørandi talu undir borðhaldinum, har hann rósti vertunum til skíggja fyri at hava skipað so væl fyri ársfundinum og ráðstevnuni og fyri allar minniligu upplivingarnar, ið gestirnir vóru ríkaðir við
FSN-formaðurin kvitteraði við at handa Jim Scorer eina gávu, ein træskurð av einum lunda. Jim Scorer takkaði og harmaðist um, at hann í sínum lagi ikki kundi geva Annfinni Garðalíð annað enn eitt lógvatak – í fyrstu syftu, tí gávan, hann skuldi havt givið honum, ikki var komin vegin fram til Føroya.
Formaðurin takkaði
Annfinnur Garðalíð takkaði í síni endatalu gestunum og øllum teimum her heima, sum høvdu gjørt tað møguligt, at hava væleydnaða tiltakið í Føroyum. Hann helt taluna á enskum, og var hon soljóðandi:
“Dear Guests, dear Delegates and, I am so glad to be able to say: Dear Friends!
I am sad that this will be my last speech on this occasion, but I am so glad and pleased that we all can take pleasure in having completed a very successful congress with interesting and creative presentations, fine discussions and harmony and a willingness to advance our mutual interests.
Again so many thanks and appreciation to Jim Scorer, I myself have enjoyed and appreciated our good co-operation during the past years.
I will also convey all best wishes for our new president Andrew Cook, may he sail in fair winds.
I do hope those of you who yesterday enjoyed a wee dram of faroese whisky and saw the magnificent bird cliffs in my hometown had a good experience.
Many thanks to Torshavn Municipality for their hosting a fine reception and I am so glad that we managed to see our pride the sloop Westward Ho.
A final thanks to all of you making this delegation so memorable and it is my humble wish that you all have obtained a good and favourable impression of The Faroe Islands.
My best wishes for you all, your families and our mutual future – let us hope and pray for peace and harmony, God bless you all."