Tíðindi
Kunningarfundur um tína pensjón
Kunning um tína fíggjarligu støðu, tá tú fert av arbeiðsmarknaðinum LÍV og Føroya Skipara- & Navigatørfelagið bjóða tær til eina framløgu um tína støðu, tá ið farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tiltakið snýr seg um lívið sum pensjónistur, og vit taka útgangsstøðið í tær. Í framløguna koma vit inná: Fólkapensjón • Grundupphædd • Viðbót Arbeiðsmarknaðareftirløn
Framløgan tekur útgangsstøði í nýggju Pensjónsskipanini, sum endaliga fær virknað 1. januar 2020. Komið verður inná nær fólkapensjónin verður ávirkað av útgjøldum frá LÍV ella aðrari lønandi inntøku. Umframt verður gjøgnumgongd av tryggingarviðurskiftunum, sum Føroya Skipara-& Navigatørfelag hevur við LÍV. Á henda hátt kanst tú síggja, hvussu tín støða verður, tá ið tú fert av arbeiðsmarknaðinum. Ætlanin er, at framløgan fer at elva til eitt viðkomandi kjak og spurningar. Tiltakið verður hildið: Hóskvøldið tann 19. september 2019 kl. 19:00 í Bovlinghøllini í Leirvík Týskvøldið tann 24. september 2019 kl. 19:00 í Miðnámsskúlanum í Hovi Hóskvøldið tann 26. september 2019 kl. 19:00 í Smæruni í Tórshavn Vit bjóða ábit og kaffi/the. Eg vóni at síggja teg og kunna teg nærri um hesi viðurskifti. Liggur ikki fyri at møta, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við meg.
Vinaliga Føroya Skipara-& Navigatørfelag