Tíðindi

ITF Congress

16 sep 2025

Í Dag er ITF Congress 2025 í Limasol.

Congressin leggur dent á trygd á sjónum og á arbeiðsplássinum í síni heild. Eisini er evni “ Diskriminering” Annað evni er kvinnur umborð á skipum: Hvussu eru tær stillaðar, eisini tá tær blíva við barn. Eitt sum hevur verði ein avbjóðing, tað er arbeiðsbúni til kvinnur, men tað er komið uppá pláss nú, men tað tók sína tíð.

Annað evni er tøkni, “ vitlíkið” hvussu nógv verður tað brúkt umborð á skipið í dag.

Congressin er í tríggjar dagar.

Samandráttur: Lessie-kampanjan og Arnafell

Bakgrund Í januar 2019 byrjaði vit Lessie-kampanjuna í Rotterdam. Vit bóðu feløg úr øllum heiminum til fund, har vit greiddu frá, hví tað var so týdningarmikið, at reiðarar fylgdu Non-Seafarers Work Clause (NSWC). Vit gjørdu merchandise og fóru í samstarv við staðbundnar dockarar og lashing-fyritøkur.

Trygdarkanningar í Rotterdam Í juni 2019 fóru vit undir trygdar-kanningar á skipum undir 170 metrar. Kanningarnar vóru gjørdar saman við ITF-inspektørum og trygdar-fyritøkum. Vit funnu nógvar vánaligar viðurskifti, og reiðarar fóru at klaga til IMEC, sum royndi at fáa ITF at steðga kanningunum. Men vit hildu á – tí trygd hjá sjómonnum og dockarum var í vanda.

Non-Seafarers Work Clause í gildi 1. januar 2020 kom NSWC í gildi. Men tá vit fóru umborð at kanna, vísti tað seg, at ongin reiðari fylgdi reglunum. Vit bygdu eitt sterkt netverk saman við advokatum, dockarum, ITF London, Nautilus og øðrum. Vit stovnaðu eitt WhatsApp-bólk, har dockarar kundu senda prógv, tá sjómenn vóru noyddir at lasha. Hetta brúktu vit til at fyrireika rættarmál.

Rættarmál og úrslit Vit løgdu mál ímóti Marlowe Navigation (Kypros og NL), hóast teir sjálvir høvdu skrivað undir á NSWC við samráðingunum. Eisini vóru fleiri chartrar við í málinum. Eftir tvey ár vann vit málið í Rotterdam: dómurin segði greitt, at um tú hevur skrivað undir eina CA, so er NSWC bindandi. Hetta varð staðfest sum ein solidaritets- og trygdarvinningur bæði fyri sjómenn og dockarar.

Arnafell – serligt tilvikið Umborð á Arnafell, sum eisini varð rekið av Marlowe, komu vit fram á fleiri álvarslig dømi um, at sjómenn vórðu noyddir at lasha í heilt ótryggum umstøðum: - Sjómenn stóðu á træbjálkum og klivdu á lashing-barar, uttan verju og ofta í myrkri. - Ein sjómaður var nátur við at detta niður, meðan hann stríddist við ein lashing-bar. - Arbeiðið varð gjørt uttan neyðuga venjing og uttan trygdarútgerð.

Hetta vísir, at NSWC ikki bara er ein pappírsavtala – men ein lívsneyðug trygdarverja. Arnafell tilvikið gjørdist eitt týðiligt dømi, sum vit brúktu í okkara dokumentatión til rættin.

Úrslit og týdningur - Trygdin hjá bæði sjómonnum og dockarum varð styrkt. - Sjófólk í short sea-flotanum fingu møguleika at hvíla seg, í staðin fyri at brúka hvørja løtu í havn til lashing. - Vit bygdu upp eitt sterkt samstarv millum ITF-inspektørar, dockarar, feløg og Port State Control. Nú skriva Port State eisini deficiencies (t.d. 9.2.9) fyri at tvinga reiðarar at gera skipini trygg.

Summary: The Lessie Campaign and Arnafell

Background In January 2019, we launched the Lessie campaign in Rotterdam. We invited unions from across the world to explain why it was so important that shipowners respect the Non-Seafarers Work Clause (NSWC). We produced campaign materials and built cooperation with local dockers and lashing companies.

Safety Inspections in Rotterdam In June 2019, we began safety inspections on vessels under 170 meters. These were joint efforts between ITF inspectors and safety companies. We found many unsafe conditions, and shipowners complained to IMEC, which tried to stop the inspections. But we continued – because safety of seafarers and dockers was at risk.

Non-Seafarers Work Clause in Force On 1 January 2020, the NSWC came into force. But when we checked on board, no shipowners were complying. We built a strong alliance with lawyers, dockers, ITF London, Nautilus, and others. We created a WhatsApp group where dockers could send evidence whenever seafarers were forced to do lashing. This became the foundation for a legal case.

Court Case and Outcome We targeted Marlowe Navigation (Cyprus and NL), even though they had been part of the negotiations and signed the NSWC. Several charterers joined them in resisting. After two years, we won the case in Rotterdam: the court ruled clearly that if you sign a CBA, the NSWC is binding. It was confirmed as both a safety and solidarity victory.

Arnafell – A Key Case On board Arnafell, also managed by Marlowe, we documented several serious safety risks faced by seafarers forced to lash: - Seafarers standing on wooden beams and climbing lashing bars, without protection and often in the dark. - One seafarer narrowly avoided falling while struggling with a lashing bar. - The work was done without proper training or safety equipment.

This showed that the NSWC is not just a piece of paper, but a vital safety measure. The Arnafell case became crucial evidence in our legal battle.

Results and Impact - Safety improved for both seafarers and dockers. - Seafarers in the short-sea sector gained time to rest instead of being forced into constant lashing. - We built strong cooperation between ITF inspectors, dockers, unions, and Port State Control. Now, Port State also issues deficiencies (e.g. 9.2.9) to force shipowners to make vessels safe.


Myndarøð
23 okt 2025
Ársaðalfundur og 130 ára veitsla hjá Føroya Skipara -& Navigatør­felag
9 okt 2025
Innbjóðing til Brúgvakaffi.
25 sep 2025
World Maritime Day (25. september í ár)
16 sep 2025
ITF Congress
5 sep 2025
Væl eydna Brúgvakaffi
5 sep 2025
Nú kunnu sjófólk útvega sær siglingarbók­ina á Vanganum
29 aug 2025
Føroya Skipara -& Navigatør­felag hava gjørt stuðuls­avtalu um barna og inniróður
26 aug 2025
Gestirnir vóru ovfarnir