Tíðindi

OBS OBS: Síðsta freist at melda til veitsluna er 25. nov 2025. Ársaðalfundur og 130 ára veitsla hjá Føroya Skipara -& Navigatørfelag

10 nov 2025

Tann 27. decembur 2025 kl 10:00 verður Ársaðalfundurin hjá FSN á Hotel Hilton Garden Inn. Byrja verður við morgunmati við innskriving kl 09:00.

Kl: 19:00 verður 130 ára veitslan hjá Føroya elsta fakfelag " Føroya Skipara -& Navigatørfelag" á Hotel Hilton Garden Inn.

Føroya Skipara- og Navigatørfelag 130 ára føðingardagsveitsla

Í samband við, at Føroya Skipara- og Navigatørfelag fyllir 130 ár, verður føðingardagsveitsla leygardagin 27. desembur 2025 kl. 19.00 á Hotel Hilton Garden Inn Inngongd er nýggi bygningurin (Hólmurin) Veitslan er fyri limir við maka og tilmelding fer fram á sigga@fsn.fo ella tlf. nr. 316973. Freistin at melda til og rinda fyri veitsluna er 25. novembur 2025. Kostnaðurin er kr. 300,00 fyri hvønn og upphæddin skal flytast á kontu í Føroya Banka, nr. 6460-5235954, viðmerkt navn og eftirnavn á flytingini.

Matarskrá Vælkomudrykkur, durasnapsur og brellbiti aftur við livandi tónleiki.

Forrættur Toskur við chimmichuri, tomatum og persillurótskremi.

Høvuðsrættur Braisseraður oksatjúkkambur, pommes pure, graskar og gremolata.

Dessert Citrónterta við italienskum marengs.

Náttmatur Høsnarungasuppa við flutes

Íroknað prísin er: Vín, øl og sodavatn Kaffi/te og avec (Baileys ella Cognac) Frí barr – øl, vin og útvaldir sjussar.

Borðstjóri verður Jørgen Niclasen. Gestarøðari verður Tórbjørn Jacobsen " TOBBI" Undirhald verður undir borðhaldinum og Sommerson Band leiðir okkum gjøgnum borðsangin. Aftaná borðhaldið spælir Sommerson Band til dans. Vælkomin í føðingardagsveistlu


Myndarøð
10 nov 2025
Ringasta uppliving var at missa ein mann
10 nov 2025
OBS OBS: Síðsta freist at melda til veitsluna er 25. nov 2025. Ársaðalfundur og 130 ára veitsla hjá Føroya Skipara -& Navigatør­felag
10 nov 2025
Skiparin Jónsvein Mikkelsen í Kikaranum
5 nov 2025
Hjálpargrunnu­rin Fyri Óarbeiðsførar Fiskimenn
9 okt 2025
Innbjóðing til Brúgvakaffi.
25 sep 2025
World Maritime Day (25. september í ár)
16 sep 2025
ITF Congress
5 sep 2025
Væl eydna Brúgvakaffi