Tíðindi

Tøgn lekir ongi sár

23 des 2025

Bíðið ikki so leingi sum eg við at leita tykkum professionella hjálp og seta orð á kenslurnar, um tit nakrantíð koma út fyri eini hending, sum ávirkar tykkum sinniliga. Tað vóru ráðini frá Kjartani Kjartansson, tá hann greiddi frá óhugnaligu februarnáttini í 1982, tá hann og hinir umborð á Sigurfara bjargaðu fimm russiskum sjófólkum, men samstundis máttleysir máttu síggja og hoyra aðrar 32 fara í harrans hendur

Tað var í ódnarveðri og kavaroki eystan fyri New Foundland, at russiska farmaskipið Mekhanik Tarasov kom í havsneyð um náttina týsdagin 16. februar 1982, og føroyska línuskipið Sigurfari royndi at bjarga teimum 37 russisku sjófólkum, sum lupu ella blivu skolað út í ísakalda havið, tá skipið út ímóti morgni sakk undan teimum.

Kjartan Kjartansson úr Norðdepli, sum tá var 27 ára gamal, var dekkari við Sigurfara, og hann stóð sjálvur annar í dragiholinum lagnutungu náttina og stríddist við at bjarga sjófólkunum í tí ógvuliga ringa sjónum.

Kjartan var tískil ein teirra, sum ítøkiliga tók ódnartøkini at fáa teir fimm russisku menninar, sum blivu bjargaðir á lívi, inn um lúnningina á Sigurfara.

Tað kundi hann sjálvandi fegnast um. Hansara lutur lá ikki eftir, og hann lá ikki eftir hjá nøkrum av teimum 26 monnunum, sum vóru við Sigarfara henda saltfiskatúrin á Flemish Cap. Tí tað var onki annað enn eitt bragd, sum teir framdu hesa náttina. Teir blivu eisini allir kosnir hetjur og fingu eina móttøku sum slíkar, tá teir fimm mánaðir seinni komu aftur á Klaskvík. Seinni blivu teir eisini heiðraðir av Sovjetsamveldinum, sum Russland tá var partur av.

Hendingin fylgdi honum

Men aftaná var tað tó ikki gleði ella nakað innara nøgdsemi um at hava bjargað mannlívum, sum fylti sinnið á Kjartani.

Heldur var tað ønskriligu neyðarrópini, merkt av deyðsangist, sum hoyrdust frá russisku sjófólkunum allastaðni rundan um Sigurfara hesa ísakøldu ódnarnáttina, men sum manningin á Sigurfara í máttloysi bara kundi lurta eftir, tí tað var vónleyst at bjarga teimum, áðrenn kaldi sjógvurin gjørdi av við tey. Og síðan, eftir eini løtu, var tøgn. Ongin rópti longur um hjálp, og tá tað eydnaðist at fáa krøkt í onkran av teimum nógvu lýsandi bjargingarvestunum, ið syftust í stóru aldunum kring skipið, vóru tað bara deyðir kroppar, ið flutu í teimum.

Øllum hesum greiddi Kjartan frá, tá Føroya Skipara- og Navigatørfelag seinast bjóðaði til brúgvakaffi í felagshúsinum í Smærugøtu í Havn, og áhoyrararnir høvdu nógv at spyrja um.

Les eisini: Sigurfari bjargaði lívinum á fimm russiskum sjófólkum - 32 doyðu

Nógv var at spyrja um, eftir at Kjartan hevði greitt frá, og hann var fúsur at svara

Fleiri kundu verið bjargað

Eitt nú bleiv Kjartan spurdur, um hann helt, at teir kundu havt bjargað allari manningini á Mekhanik Tarasov, um russiski skiparin hevði tikið ímóti hjálpini, sum honum stóð í boði frá Sigurfara.

- Ja, um tað var nakar vilji – eg veit ikki, um vit høvdu fingið øll tey 37 fólkini á lívi, men í hvussu er høvdu vit kunnað bjargað nógvum teirra. Men skiparin vildi ikki, og eg haldi, at tað var soleiðis hjá teimum tá, at fólkið kundi ikki fara av skipinum, uttan tey fingu loyvi til tað úr Russlandi, segði hann.

Tað er ikki fyrr enn hesi seinnu árini, at Kjartan hevur megnað at tosa um syndarligu hendingina, sum fór fram á Flemish Cap fyri skjótt 44 árum síðan. Áðrenn hann leitaði sær hjálp hjá sálarfrøðingi í 2008, bardist hann einsamallur við minnini, tosaði helst ikki um hendingina og als ikki um, hvussu hon hevði ávirkað hann í sál og sinni og framhaldandi fylgdi honum.

Greiði boðskapurin hjá Kjartani til FSN-limirnar, sum vóru savnaðir til brúgvakaffi, var, at komu teir nakrantíð út fyri eini sovorðnari skakandi hending, so skuldu teir ikki bíða líka leingi sum hann við at seta orð á kenslurnar og um neyðugt leita sær sálarfrøðiliga hjálp.

Sum altíð var hugurin at møta til brúgvakaffi góður

Bar alt inni í sær

Lagnunáttin á Flemish Cap í 1982 hevur nevniliga ávirkað hann ómetaliga nógv.

- Vit sóu 32 menniskju doyggja uppá 20 minuttir – fimm yvirlivdu, men vit sóu 32 doyggja, og tað bleiv rópt allastaðni. Serliga tey fyrstu árini var eg ordiliga sjúkur av tí, greiddi Kjartan frá.

Í 1989 kom hann rættiliga illa til skaða við øðrum beininum, sum hann breyt illa, og tað fekk eisini aðrar avleiðingar enn bara tær fysisku.

- Eg eri blivin opereraður óteljandi ferðir í beinið, havi verið meira enn hundrað ferðir í narkosu og endaði í einum stórum morfinbrúki fyri at doyva ta fysisku pínuna. Umframt alt hetta drakk eg illa. Men eg gjørdi onki við alt tað, sum hendingin á Flemish Cap hevði gjørt við meg, og sum eg ikki var førur fyri at tosa um, segði Kjartan.

Leitaði sær hjálp at enda

Ikki fyrr enn í 2008, 26 ár aftaná vanlukkuna, tók hann loksins stigið at loyva einum sálarfrøðingi at kaga inn í særda sinnið.

- Tá hevði eg verið edrúur í rættiliga nógv ár og eisini medisinfríur, og ein dag fór eg at vitja ein vinmann, Fróða Helmsdal sála. Hann sá, hvussu eg hevði tað og segði við meg, at nú kundi tað vera nóg mikið, nú skuldi eg hava hjálp. Fróði hjálpti at koma í samband við eina serliga psykologtænastu í Haderslev, har eg eisini kundi búgva á einum heimi fyri fólk, sum høvdu verið úti fyri onkrum ræðuligum.

- Eg gekk so til psykologviðtalu tríggjar ferðir um vikuna í eitt ár, mánadag, mikudag og fríggjadag, og tosaði um alt hetta, sum bylgdist innan í mær. Tað hjálpti mær, og eg eri ein heilt annar maður í dag. Í fyrstani gav eg tí lítlan kjans, tí sálarfrøðingurin var ein kvinna, sum eg helt vera øgiliga lítla og neyðarsliga á at líta. Men hon dugdi síni ting og mundi síggja á mær, hvat eg hugsaði. Hon gjørdi mær greitt, at nú var tað altso meg, tað handlaði um. Glið kom á, og eg sat mangan har og tútbrølaði. Tað skammist eg als ikki um at siga, tí tað var júst tað, sum skuldi til, og sum eg hevði trongt til øll hesi árini, greiddi Kjartan frá.

Les eisini: Menn mugu tora betur at tosa um kenslur

Spott og skemt

At tað skuldu ganga so nógv ár, áðrenn hann leitaði sær hjálp, hevur nakað við hugburð at gera, helt Kjartan – ein ógvuligan keðiligan hugburð, sum serliga eyðkendi føroyskar sjómenn fyrr, men helst eisini í ov stóran mun ger tað enn. Tað var heldur ikki bara Kjartan, ið ikki setti orð á kenslurnar, men krógvaði tær væl og virðiliga inni í sær.

- Tað er so forbrent við okkum føroyingum, tá okkurt sovorðið sker, at verður tað endiliga tosað um tað, so er tað oftast uppá spott, ella tað verður sligið upp í glens. Soleiðis var tað eisini á hesum túrinum aftaná vanlukkuligu hendingina við russiska skipinum; vit høvdu til fragd at spøkja eftir hvørjum øðrum, at kløkka hvønn annan og sovorðið. Tað var sjálvandi, tí vit onkursvegna royndu at stíva okkum av, greiddi Kjartan frá.

- Tað er so forbrent við okkum føroyingum, tá okkurt sovorðið sker, at verður tað endiliga tosað um tað, so er tað oftast uppá spott, ella tað verður sligið upp í glens, segði Kjartan

Fuglaforskrekkjarin spøkti

Nervarnir sótu uttaná, og onkuntíð bleiv tað eisini meira skemtiligt enn óhugnaligt, tá av tornaði. Eitt nú mintist Kjartan ta fyrstu setuna eftir hendingina, tá hann stóð har afturi á yvirdekkinum og kastaði miðjur, sum hann var vanur at gera.

- Okkurt bleiv við at koma niður í nakkan á mær, men eg sá ongantíð nakað, tá eg vendi mær. Eg hevði kastað miðjur umborð har í átta ár og ongantíð verið úti fyri hesum fyrr, so sjálvandi fór at hugsa, at nú spøkir tað sikkurt ella tað, sum var meira trúligt, at onkur royndi at arga. Hetta bleiv við, og so hugsi eg, at hendir tað einaferð afturat, so fari eg upp á brúnna og sigi við skiparan, at eg seti ikki meira. Men so hyggi eg uppeftir, og tá síggi eg, at tað var “forskrekkjarin”, ið var komin undir eitt trin í leytaranum, sum var akkurát á hædd við høvdið á mær – so har var onki spøkilsi, men bara forskrekkjarin, sum smekkaði í høvdið á mær, segði Kjartan frá.

Spurdur, um tað als ikki bleiv tosað um nakað slag av kreppuhjálp, prát við sálarfrøðing ella líknandi, tá teir seinni á túrinum fóru inn í Newfoundlandi, risti Kjartan á høvdinum.

- Slett ikki. Vit fóru inn kanska ein mánað eftir hendingina, og teir flestu fóru inn á Pike og drukku seg skít. Tað var tað, segði hann.

Merktur fyri lívið

Kjartan var verðandi við Sigurfara í nøkur ár aftaná hendingina, fór so av, men nøkur ár seinni, tá føroysk skip í 1990’unum aftur sluppu á Flemish Cap, fór hann við aftur.

- Tað skuldi eg ongantíð havt gjørt, tí tá kom alt fram fyri meg aftur, eg svav í somu koyggju, gekk á sama dekki, og eg hevði slett ikki gott av tí. Men eg var so við aftur í eitt ár. Eg var so góður við Sigurfara og eri tað enn, tí tað var líkasum mítt skip, segði hann.

Kjartan hevur fyri tað mesta verið til sjós, eisini eftir “russaratúrin”, sum lagnutúrurin í 1982 skjótt bleiv róptur, men tað hevur avgjørt ikki verið lætt altíð.

- Tað hevur sett síni spor, og tey fara helst ongantíð at hvørva heilt. Serliga tá tað er illveður, kemur ymiskt fram fyri meg aftur. Men tað er vorðið so nógv betri, síðan eg fekk mær hjálp, sigur hann.

Marran vitjar ofta

Í dag býr Kjartan í Norðragøtu, haðani unnustan Odny er ættað, men sjálv býr hon í Keypmannahavn. Hálvt í skemti og hálvt í álvara greiddi Kjartan frá, at tað var tí, at ongin kundi búgva saman við honum.

 – Ella rættari, so kann ongin sova hjá mær, tí eg berjist við russarar næstan hvørja nátt, uttan at eg veit av tí. Onkrar dagar eru eisini framvegis tungir at koma ígjøgnum, so um tit møta mær, og eg bara hyggi beint fram uttan at ansa tykkum, so er tað ikki tykkum, tað er nakað galið við. Tá er tað okkurt, sum bylgist innan í mær, greiddi hann frá.


23 des 2025
Sigurfari bjargaði lívinum á fimm russiskum sjófólkum – 32 doyðu
23 des 2025
Tøgn lekir ongi sár
23 des 2025
Sigurfari bjargaði lívinum á fimm russiskum sjófólkum – 32 doyðu
23 des 2025
Menn mugu tora betur at tosa um kenslur
3 des 2025
Ársaðalfundu­rin hjá FSN verður 27.12.2025 á Hotel Hilton
20 nov 2025
Innbjóðing til Brúgvakaffi.
17 nov 2025
Militæruniformer og totalt lukkethed: Øjenvidne slår alarm om russiske olieskibe
10 nov 2025
Ringasta uppliving var at missa ein mann