Tíðindi
Sigurfari bjargaði lívinum á fimm russiskum sjófólkum – 32 doyðu
Kjartan Kjartansson var við línuskipinum Sigurfara, sum í februar 1982 í ódnarveðri á Flemish Cap royndi at bjarga manningini á russiska farmaskipinum Mekhanik Tarasov. Tað eydnaðist bara at bjarga fimm av manningini á lívi, tí russiski skiparin aftraði seg at taka ímóti hjálp. Til seinasta brúgvakaffi í FSN segði Kjartan frá hendingini og eitt sindur um seg sjálvan. Frásøgn hansara er eitt sindur redigerað endurgivin í hesi greinini
Eg eri føddur í Norðdepli og eiti Kjartan Kjartansson nú, men eri føddur Petersen. Pápi doyði ein mánað, áðrenn eg var føddur. Hann æt Kjartan, og mamma harmaðist altíð, at hon ikki gav mær eftirnavnið Kjartansson, so tað gjørdi eg bara sjálvur fyri eini 20 árum síðan.
Sum 13 ára gamal fór eg til skips við sluppini Jóhonnu í 1968, og var við har til 1970. Tá fór eg umborð á línubátarnar í Klaksvík, og har var eg í rættiliga nógv ár.
Nú búgvi eg í Gøtu, sigli við Túgvusteini, havi verið bæði giftur og skildur og nú í nógv ár forlovaður. Hon er úr Gøtu, men býr í Keypmannahavn, so tað kann tykjast eitt sindur løgið, sjálvt um tað hevur sínar náttúrligu orsøkir.
Eg eigi tvey vaksin børn, eina dóttur, sum er 54, og ein son, sum er 43. Afturat eigi eg eina bonusdóttur í Keypmannahavn og fýra abbabørn.
So mikið um meg, men tað, sum eg skal greiða frá, er “russaratúrurin” við Sigurfara.
Vit fóru avstað 17. januar í 1982, tann dagin, eg fylti 27 ár. Vit fóru frá Kósabrúnni, og eg minnist, eg segði, at hetta verður ein forbannaður túrur. Eg segði tað bara í skemti, tí vit plagdu altíð at fara frá Norðborg, og so fylti eg eisini.
Vit komu yvir á Flemish Cap og fiskaðu í ein knappan mánaða. Tað var ódnarveður, sum tað er ofta er ta tíðina yviri á Flemish Cap, og vit lógu fyri einaferð skyld bakk, tí annars lógu vit ikki nógv bakk við Sigurfaranum. Eg og tríggir aðrir sótu og spældu americano, og so kom Heðin Vágstún, annarstýrimaður, niður og sigur, at teir høvdu sæð onkrar neyðrakettir, og onkur rópti um hjálp.
Tað bleiv lurtað við andakt, meðan Kjartan greiddi frá
Róp um hjálp
Mikkjal (Mikkjal Olsen, skipari) hevur sjálvur fortalt, at hann fyrst helt tað vera ein norskan línubát, sum æt Bergbjørn, sum lá har onkustaðni. Mikkjal skuldi fara at tørna inn, men tað var okkurt, sum segði honum, at hann skuldi fara at sigla ímóti hesum útslagnum á radaranum, sum var so óluksáliga stórt. Tá vit vóru farnir at sigla, hoyrdi hann eina rødd á VHF’inum siga ”help me”, men síðan hoyrdi hann onki aftur, sjálvt um hann fleiri ferðir royndi at fáa samband við hesa røddina.
Vit mundu hava siglt okkurt um einar tríggjar tímar, tá vit byrjaðu at síggja neyðrakettir. Seinni funnu vit út av, at einasta orsøkin til, at hann sendi neyðrakettir, var at vísa einum russiskum trolara, sum var har um leiðir, posisjónina. Men trolarin fann hann slett ikki, ella var hann bara ov langt frá honum.
Takkaði nei til hjálp
Tá vit so komu á staðið og sóu skilið, rópar Mikkjal á skipið, sum æt Mekhanik Tarasov, og bjóðar teimum hjálp, og við tí meinti hann at taka fólkið av skipinum, tí tað var onki at ivast í, at tað stóð heilt illa til, gronin var næstan undir tá.
Men tá var tað skiparin á Mekhanik Tarasov, sum svaraði, og hann segði, at teir skuldu ikki hava hjálp frá okkum. Eg minnist væl, at hann segði nøkulunda soleiðis: “We russians like better to be picked up by a russian ship”.
Vit kundu bara hyggja at, meðan skipið sakk meira og meira, og vit lógu hjá honum í hálvan fjórða tíma og bíðaðu. Tá sakk hann, og fólkið leyp ella skolaði í havið. Har var onki at gera, vit máttu bara fara í gongd at royna at bjarga fólki.
Mátti kubba línuna
Eg var ein av teimum, sum fór í dragiholið, onkrir vóru uppi á yvirdekkinum og aðrir inni á dekkinum. Vit fingu krøkt í tundrini í bjargingarkransunum, teir høvdu ljós á og vóru tí lættir at síggja.
Har komu fyrst fimm mans, sum høvdu bundið seg saman. Tað bleiv so ræðuliga tungt, eg og Janus í Skúvoy (Janus Tórarenni, dekkari, sáli) stóðu har, vit fingu tríggjar innum, men tá vóru vit púra fyrilagstir og sóu, at annaðhvørt máttu vit kubba, ella máttu vit lata allar fara. Eg kubbaði so, men tíbetur fingu vit hinar báðar inn eisini, Janus krøkti annan, og eg krøkti annan.
-Vit fingu tríggjar innum, men tá vóru vit púra fyrilagstir og sóu, at annaðhvørt máttu vit kubba, ella máttu vit lata allar fara, greiddi Kjartan frá um bjargingina av teimum trimum fyrstu russunum
14 lík og fimm á lívi
Og hetta gekk so fyri seg eina heila nátt, at vit tóku fólk inn, men tey, sum komu aftaná hesar fimm fyrstu menninar, tey vóru øll deyð.
Tað var ein ræðuliga keðilig støða at koma í sum ein vanligur fiskari. Tá av tornaði, høvdu vit 14 lík og fimm livandi russisk sjófólk umborð. Eitt konufólk var ímillum tey deyðu, hon var eitt tað síðsta fólkið, sum vit tóku inn, og hon var so ræðuliga løtt. Eg minnist, at Janus sigur við meg, “nei nú kann tað pínadoy vera well, nú koma børn eisini”, altso, at nóg ringt var frammanundan, men um tað nú eisini vóru børn ímillum, so var ovboðið. Men tað var bara tað, at hon var so ræðuliga lítil og løtt.
Tað sá ikki gott út umborð, lík lógu allastaðni, og hvat ger mann so, líkini blivu løgd í ein pavn, og hesin pavnurin bleiv síðan kallaður russarapavnurin, líka til Sigurfari fór úr Klaksvík.
Líkini skuldu so eyðmerkjast, og annarstýrimaður, sum yvirlivdi, hann kendi øll og skrivaði upp.
Vit fóru ikki inn, men eitt kanadiskt verjuskip kom dagin eftir, tá var veðrið blivið hampuligt. Ein MOB-bátur varð settur út, og við honum blivu so bæði livandi og deyð stjórað yvir á kanadiska skipið. Men vit mistu tíverri ein mann niður ímillum, tí tað súvaði so illa. Hann var ein av teimum deyðu og fór niður ímillum í børuni.
Eftir at alt hetta var yvirstaðið, lógu vit stilt í eitt samdøgur, og fóru síðan aftur at fiska. Soleiðis var tað bara.
Eldur í skipinum
Fimm mánaðir seinni, norðoyastevnuaftan, komu vit á Klaskvík, og har var eitt øgiligt uppstandilsi, kajin var svørt av fólki, og vit blivu heiðraðir av Klaksvíkar Kommunu.
Morgunin eftir, at vit vóru komnir heim, bleiv eg útpurraður, tí skipið stóð í ljósum loga, alt skipið brann henda morgunin eftir, at vit vóru afturkomnir. So hetta var ein forferdiligur túrur, fyrst at uppliva hetta her við russiska skipbrotinum og síðan koma heim og síggja arbeiðsplássið fara upp í royk – nógvir av okkum høvdu akkurát bygt, eg sjálvur hevði akkurát bygt í Norðdepli. So tað var ein forferdilig støða, men onkursvegna kláraðu teir at klamsa saman aftur uppá ein mánað úti á Skála, so vit sluppu aftur til New Foundland.
Les eisini: (leinki)