Tíðindi

Formaðurin í Búskaparráðnum fær reytt kort

5 nov 2019

Fær formaðurin í Búðskaparráðnum avriksløn?

Eitt er at fólk innan ávísar almennar stovnar hava ilt við at upplýsa rætt um hýrurnar hjá okkara sjófólki, sum vit sóu í farnu viku. Verri er at formaðurin í Búskaparráðnum ikki bert ger seg inn á sáttmálaviðurskiftini — hann fer enntá so langt sum at seta upphædd á hvat hann meinar er normal inntøka fyri sjófólk. Hetta ger hann hartil við slíkum frekleika at hann fyri hetta eigur uppiborið eitt REYTT KORT upp á standandi fót.

Avriksløn

Ikki nóg mikið við at hann setur niður á virðið í tí arbeiði sum fiskimenn gera. Hann gevur í sínum simplistisku og kørgu metingum onga kompensatión fyri tann kostnað í mun til familjulívið sum stendst av at vera burtur heimanifrá so stóran part av árinum. Heldur ikki tekur hann yvirhøvur hædd fyri at fiskimenn fáa avriksløn, sum sambært arbeiðsmarknaðar sáttmála er beinleiðis tengd at tí avreiðingarvirði teir útvega — tá ið teirra løn er høg eru virðini teir skapa fyri føroyskan útflutning tess hægri.

Frábýtisrætturin

Tað er so at siga høgt í stein í sáttmálunum á arbeiðsmarknaðinum at skipari og manning á føroyskum fiskiskipum eiga ávísan prosentpart av virðinum í tí veiði sum fiskiskipið landar. Hetta verður vanliga kallað frábýtisrætturin, og í hesum liggur at skipari og manning kunnu, til eina og hvørja tíð, velja at taka hendan prosentlut av veiðini og avreiða hann óheft av reiðaríinum, heldur enn at lata reiðaríið avreiða alla veiðina fyri hareftir at løna skipara og manning. Fyri partrolarar umfatar frábýtisrætturin 27 prosent av veiðini aftan á at frádrátt av felags útreiðslum sambært fast avtalaðan leist; fyri línuskip er talan um 43 prosent; fyri flakatrolarar 37 prosent; fyri uppsjóvarskip 17,5 prosent.

Dupult so mong

Samstundis er líkt til at Búskaparráðið roknar út miðalhýrur við støði í munandi lægri tal á sjófólki enn hvat ið ger seg galdandi í veruleikanum. Sum skilst byggir Búskaparráðið sínar metingar á at 800 fólk fáa løn beinleiðis úr fiskivinnuni á sjónum; tað rætta talið sambært Hagstovuna (2015) er umleið 1500, also nærum dupult so nógv.

Má fáa avleiðingar

At upptraðka so óvitandi og skammleyst ágangandi vegna Búskaparráðið í tíðindasending hjá okkara almenna miðli er at fara langt út um alt loyviligt mark. Tí krevja vit eisini at hendan framferð skal fáa avleiðingar. Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur í skjótt 125 ár stríðst fyri at tryggja sømilig kor og væl skipað viðurskifti fyri sínar limir við hjálp av arbeiðsmarknaðar sáttmálum. Vit fara ikki at góðtaka at ein ella annar formaður í einum fyri okkum óviðkomandi almennum ráði skal, uttan at spyrja okkum eftir, úttala seg alment um hvørjar hýrur ið hóska til okkara avriksløntu limir. Fær hann avriksløn sjálvur, ella ynskir hann kanska at onnur skulu alment leggja seg út í lønirnar hjá búskaparfrøðingum?

Skuldi hildið seg til sítt

Tað sum ger hesa villu hjá formanni Búskaparráðsins enn meira álvarsliga, er at hansara viðmerking til lógaruppskot Fiskimálaráðsins um sjófeingi var púra óneyðugt og hartil ómotiverað — Búskaparráðið var ikki hoyringspartur í hesum. Ein persónur ið umboðar eitt slíkt alment ráð úteftir átti væl saktans at hildið seg burtur frá at úttala seg uttan fyri egna kompetensu.

Rokna við rætting

Vit rokna somuleiðis við at Kringvarpið fylgir hesum upp og rættar teir skeivu upplýsingar um lønarviðurskifti hjá okkara limum sum eru varpaðir út í seinastuni.

Vegna Føroya Skipara- & Navigatørfelag
Annfinnur Garðalíð, formaður


14 mar 2024
Sáttmáli undirskrivaður millum KAF og FSN
7 mar 2024
Dómur fallin. Tann sum skal valda, skal gjalda
20 feb 2024
Semingsstovnu­rin boðsendur
10 feb 2024
Góð uppmøting til Brúgvakaffi
7 feb 2024
Bjóða verður inn til Brúgvakaffi
28 des 2023
Ársaðalfundu­rin hjá FSN 28. dec 2023
20 des 2023
Brúgvakaffi á Sandi
13 des 2023
Ársaðalfundu­rin hjá Føroya Skipara-& Navigatør­felag