Tíðindi

Ársaðalfundur felagsins

28 des 2019

Føroya Skipara -& Navigatørfelag hevði sí árliga Ársaðalfund í dag 28. dec 2019 í hølum felagsins Smærugøta 9a Tórshavn

Tíðindaskriv

 

Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur í dag, 28. desember 2019 havt ársaðalfund í hølum felagsins.

 

Møttir vóru 58 limir.

 

Nevndarval var, har fimm av teimum ellivu sitandi nevndarlimunum stóðu fyri valið.

 

Ellintur M. Abrahamsen, sum stóð fyri afturvali boðaði frá, at hann ikki ynskti at verða afturvaldur. Nýggjur nevndarlimur kom í nevndina, og tað var Leivur Christiansen frá Miðvági. Viðmerkjast skal, at Leivur hevur sitið í nevndini áður.

 

Nevndin skipaði seg beint eftir aðalfundin við Annfinni Garðalíð, sum formanni og Elias Zachariassen sum næstformanni. Hesir blivu sostatt afturvaldir sum formaður og næstformaður.

 

Í nevndina blivu Elias Zachariassen, Jákup Gøthe, Jørgen Nielsen, Kristen Friis og Leivur Christiansen valdir. Í nevndini eru umframt hesar: Annfinnur Garðalíð, Annfinn Fagraklett, Jón Bogi F. Guttesen, Johan Eli L. Poulsen, Niels J. Nielsen og Jan Haldansen. Hesir stóðu ikki fyri vali hesuferð.

 

Á Aðalfundinum var avgjørt, at Ellintur M. Abrahamsen, fyri drúgva og trúgva tænastu gjørdist heiðurslimur hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Ellintur kom í nevndina í 1982, og bleiv formaður í 1983. Ellintur var formaður felagsins fram til 2006, og hevur verið nevndarlimur til í dag, 28. desember 2019, nú hann valdi ikki at stilla uppaftur.

 


Myndarøð
26 aug 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi
31 jul 2026
Tíðindaskriv frá IFSMA
20 jul 2026
Skrivstovan stongd vegna summarfríð
24 jun 2026
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
17 jun 2026
Brúgvakaffi nú fríggja­dagin
8 jun 2026
IFSMA newsletter 101 june 2026
28 apr 2026
Semingsstovnu­rin hevur kastað frá sær
28 apr 2026
I dag tann 28.04.208 byrjaði semingsroyndin millum manningarfeløg­ini og Føroya Reiðara­felag.