Tíðindi

Einaferð størsta fiskiskip í føroyska flotanum.

21 jan 2020

1988: Eitt av fyrstu teknunum um stóru kreppuna var, tá fleiri farmaskip vórðu seld á tvingslissølu. Hesi fara øll av landinum fyri langt undir marknaðarvirðið.

Søga
Føroyskir eigarar vóru:

1986: P/F Garðastova, v/ Agga í Garðastovu, Vestmanna

1985: Føroya Landsstýri, Tórshavn

1984: P/F Atlantic Trawlers Ltd., v/ Dánjal Petur Nielsen, Tórshavn

 

Søga: Einaferð størsta fiskiskip í føroyska flotanum.

1983: Alt fleiri trolarir og fiskiskip annars verða keypt til landið. Í mai mánaði kemur Reynsatindur, sum um tað mundið var størsta fiskiskip í Vesturheiminum. Tað verður tó skjótt greitt, at skipið er ov stórt til at svara fyri fíggjarligu bindingarnar.

1985: Tað kemur at fáa óhepnar avleiðingar fyri landskassan, tá landsstýrið sýtir fyri at góðkenna søluna av trolaranum Reynsatindur til Suðurkorea fyri 80 mió. kr. Reiðaríið fer seinni av knóranum, og landsstýrið noyðist at keypa trolaran á tvingsilssølu. Trolarin fer síðani aftur til fiskiskap undir navninum Olaf í Garðastovu, men verður hóast alt seinni seldur av landinum. Beinleiðis avleiddi missurin fyri landskassan varð uppgjørdur í 1993 at vera 132 mió. kr.

1988: Eitt av fyrstu teknunum um stóru kreppuna var, tá fleiri farmaskip vórðu seld á tvingslissølu. Hesi fara øll av landinum fyri langt undir marknaðarvirðið. Eisini flaggskipið fyri fiskiskipini, Olaf í Garðastovu, varð seldur til Suðurkorea. Tað bar ikki til at fáa lønandi rakstur í skipið, hvørki tá tað fiskaði sjálvt, ella tá tað virkaði sum móðurskip fyri smærri fiskiskip.

Kelda: www.gomul-skip.dk


Myndarøð
5 apr 2024
Her kanst tú rita inn á MÍTT LÍV
28 mar 2024
Føroya Skipara-& Navigatør­felag ynskir okkara sjófólki ætt vinum kenningum einar gleðiligar páskir.
24 mar 2024
Manningin á Westward Ho hátíðarhald í Múllers Pakkhúsi
24 mar 2024
Eldur í skipið á víðum havi var ringasta hending
14 mar 2024
Sáttmáli undirskrivaður millum KAF og FSN
7 mar 2024
Dómur fallin. Tann sum skal valda, skal gjalda
20 feb 2024
Semingsstovnu­rin boðsendur
10 feb 2024
Góð uppmøting til Brúgvakaffi