Tíðindi

Leiðbeining fyri sjófólk viðv Corona virus

17 mar 2020

Tórshavn, 17. mars 2020 Viðgjørt: PW/mh

Leiðbeining til sjófólk um Corona-smittu

Tá um Corona-smittu ræður eru sjófólk í serstøðu, tí tey starvast saman leingi í senn á avmarkaðum plássi.

Á teimum stóru førunum t.d. fraktskipum ber til at skipa seg við frástøðu bæði á brúnni, í maskinuni og í messuni, men á einum lítlum fiskiskipi, har lutfalsliga nógvir menn arbeiða har trongt er, kann hetta vera trupult.

Tað, sum er til ráða at taka fyri at minka um sannlíkindini fyri smittu, er grundleggjandi tað sama sum í landi. Vit skulu hava gott handreinføri og tað merkir, at vit skulu vaska okkum um hendurnar við sápu og um møguligt eisini við spritti. Um tað ber til, skulu vit ikki sita tætt saman og har, sum lutir eru, sum menn nerta við eftir vaktarskifti er rímiligt at desinfisera teir við spritti. Annar møguleiki er eisni at vera í einnýtishanskum.

Annar trupulleiki er, at tá menn fara nýggjan túr, skulu teir vera saman frá fáum døgum og upp í fleiri vikur. Onkur teirra hevur kansk verið í samband við ein smittaðan persón, meðan teir vóru í landi. Tá má eftir galdandi reglum landslæknin taka støðu til, um viðkomandi skal í karantenu. Skal hann ikki í karantenu, er meginreglan tann, at hann kann mynstra.

Um onkur gerst sjúkur á túrinum og hevur sjúkueyðkenni uppá krím, so eigur viðkomandi í tann mun tað ber til at vera avbyrgdur, t.v.s. halda seg í sínari kahútt og fáa matin bornan. Hetta fyri at ikki fleiri gerast sjúk í senn, meðan skipið er til havs.

Vinarliga

Pál Weihe yvirlækni


28 mar 2024
Føroya Skipara-& Navigatør­felag ynskir okkara sjófólki ætt vinum kenningum einar gleðiligar páskir.
24 mar 2024
Manningin á Westward Ho hátíðarhald í Múllers Pakkhúsi
24 mar 2024
Eldur í skipið á víðum havi var ringasta hending
14 mar 2024
Sáttmáli undirskrivaður millum KAF og FSN
7 mar 2024
Dómur fallin. Tann sum skal valda, skal gjalda
20 feb 2024
Semingsstovnu­rin boðsendur
10 feb 2024
Góð uppmøting til Brúgvakaffi
7 feb 2024
Bjóða verður inn til Brúgvakaffi