Tíðindi

Leiðbeining fyri sjófólk viðv Corona virus

17 mar 2020

Tórshavn, 17. mars 2020 Viðgjørt: PW/mh

Leiðbeining til sjófólk um Corona-smittu

Tá um Corona-smittu ræður eru sjófólk í serstøðu, tí tey starvast saman leingi í senn á avmarkaðum plássi.

Á teimum stóru førunum t.d. fraktskipum ber til at skipa seg við frástøðu bæði á brúnni, í maskinuni og í messuni, men á einum lítlum fiskiskipi, har lutfalsliga nógvir menn arbeiða har trongt er, kann hetta vera trupult.

Tað, sum er til ráða at taka fyri at minka um sannlíkindini fyri smittu, er grundleggjandi tað sama sum í landi. Vit skulu hava gott handreinføri og tað merkir, at vit skulu vaska okkum um hendurnar við sápu og um møguligt eisini við spritti. Um tað ber til, skulu vit ikki sita tætt saman og har, sum lutir eru, sum menn nerta við eftir vaktarskifti er rímiligt at desinfisera teir við spritti. Annar møguleiki er eisni at vera í einnýtishanskum.

Annar trupulleiki er, at tá menn fara nýggjan túr, skulu teir vera saman frá fáum døgum og upp í fleiri vikur. Onkur teirra hevur kansk verið í samband við ein smittaðan persón, meðan teir vóru í landi. Tá má eftir galdandi reglum landslæknin taka støðu til, um viðkomandi skal í karantenu. Skal hann ikki í karantenu, er meginreglan tann, at hann kann mynstra.

Um onkur gerst sjúkur á túrinum og hevur sjúkueyðkenni uppá krím, so eigur viðkomandi í tann mun tað ber til at vera avbyrgdur, t.v.s. halda seg í sínari kahútt og fáa matin bornan. Hetta fyri at ikki fleiri gerast sjúk í senn, meðan skipið er til havs.

Vinarliga

Pál Weihe yvirlækni


23 sep 2020
Erla Kongsdóttir útkomin
7 jul 2020
FSN og FMR undirskrivaðu trí ára sáttmála í dag
1 jul 2020
Nýggji 1 árs sáttmálin undirskrivaður
27 jun 2020
Skiparar prógv á Sjónámi. Og Føroya fyrstu Fulltiknu Skip­satstøð­ingar prógv á Sjónámi
27 jun 2020
PRÓGVHANDAN VAR Á VINNUHÁSKÚLANUM
30 mai 2020
Nýggji 2 árs sáttmálin undirskrivaður
20 mai 2020
Sáttmálin millum manningarfeløg­ini og Føroya Reiðara­felag longdur til mánakvøldið á midnátt
12 mai 2020
Frakt & Sand søkir eftir stýrimanni