Tíðindi

Erla Kongsdóttir útkomin

23 sep 2020

Tríkiljan Erla Kongsdóttir sum Strandfaraskip Landsins lata byggja hjá GS Marine í Noregi, er nú komin út úr verksmiðjuhøllini.

Erla, ið er nýmótans far grundað á grøna orku og tøkni, er størsti báturin, sum GS Marine hevur bygt. Nýbygdi báturin tók alt plássið í longd, hædd og breidd inni í høllini.

SSL boðar frá, at nýggja ferjan nærkast at blíva verðuleiki. FSN og FMR gjørdu nýggjan trý ára sáttmála í ár aftir at Corona var avhasað. Har millum annað bleiv gjørd ein lønaravtala fyri skiparar og stýrimenn sum skula sigla við nýggju ferjuni / tríkiljuni.

Eftir er nú at fáa aksil, skrúvu v.m. undir tríkiljuna umframt radara o.a. omaná.

Komandi vikurnar verður Erla Kongsdóttir royndarsigld í Noregi, skriva SSL á heimasíðuni.

Erla Kongsdóttir skal vera avloysaraskip hjá Strandfersðsluni, og fer m.a. at røkja Nólsoyarleiðina. Hon fer at sigla túrin uppá 12 minuttir.


18 jul 2025
Kanning av línuskipum
26 jun 2025
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
19 jun 2025
Innbjóðing til Brúgvakaffi.
19 jun 2025
Brúgvakaffi
1 jun 2025
Íslendskir trolaramenn á vitjan
15 apr 2025
Broytingar ávegis í norskari lóg. Hetta kann koma at ávirka FAS skip sum sigla á Norskum sokkli.
18 mar 2025
Semja undirskriva millum FSN RFH
4 mar 2025
Sáttmálasam­ráð­ingar­nar millum FSN og RFH eru slitnaðar