Tíðindi

Nei einki dugir Høgni Hoydal GAND

9 okt 2020

Tað er ófatuligt, at ein fólkavaldur polittikari kann standa á tingsins røðarapallið og beinleiðis niðurgerða manningarfeløgini fyri teirra arbeiði.

Tórshavn, tann 09.10.2020

 

Aftursvar til Høgna Hoydal

 

Tað er hugstoytt at hoyra fyrrverandi Landsstýrismannin í Fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, standa á tingsins røðarapalli og oysa út gor og gall yvir  tvey manningarfeløg, sum avgjørt vrakaðu nýfiskivinnu uppskotið hjá undanfarnu samgongu við Høgna Hoydal á odda.

 

Tað, sum er umráðandi í slíkum føri, áðrenn ein fyrrverandi landsstýrismaður úttalar seg um fakfelagsviðurskifti og sáttmálasamráðingar, so má hann fyrst og fremst seta seg inn í viðurskiftini.

 

Fyri at lýsa faktum, so er/var støðan tann, at fyrst í 1980´ unum, tá føroysk skip fiskaðu  rækjur í Kanada og kvoturnar vóru smáar, so bleiv  gjørd ein avtala millum manningarfeløgini og ymisku reiðarnar, at manningin luttók í írestandi kvotukeypi, so lastin kundi fyllast. Hetta var óivað væl skilt av øllum pørtum, og sjálvandi varð hendan avtala feld á blað ” Sáttmálan”. Hesin parturin er tað, sum kom undir § 17 stk 3. seinni nevnt ” Sjálvtøkuborðið”.

 

Hendan ásetingin var nokk ongantíð nakar trupulleiki, tí skip høvdu kvotur og fiskidagar, so hetta koyrdi sum eftir skinnarum.

 

Síðsta samgongan millum C - E – F, har Høgni Hoydal var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setti veruliga kílar millum fakfeløg, manningar og arbeiðsgevarar.

 

Nú varð ein uppboðssøla sett á stovn, bæði opin og lukkað, stál og loyvir blivu skyld sundir, alt sum æt arbeiðspláss á sjónum, varð alsamt meiri óvist fyri fiskimannin.

Reiðarar/rættindahavarar keyptu á uppboðssølu og sjálvandi trektu teir keyp av søluni, eftir at fiskurin varð landaður, tí í 1980´ unum varð sett inn í sáttmálan:

 

 ”at keyp av kvotum av einum og hvørjum slag ,  fara av óbýttum, tó ikki søla og keyp av fiskidøgum”.

 

Høgni Hoydal  segði soleiðis, at lógin segði greitt, ”at rættindahavarin skuldi rinda fyri kvotakeyp”. Jú gamaní, men aftur hesaferð vaskar Høgni hendurnar  og er óvitandi, tí enn einaferð, so sigur sáttmálin § 17. stk 3. So har var einki at gera, uttan Fasta Gerðarættin (FG), ella sáttmálasamráðingar.

 

Manningarfeløgini koyrdu málið í Fasta Gerðarrætt (FG)

 

Eftir at manningarfeløgini høvdu koyrt málið í FG, so varð stórt fyrireikingararbeiði gjørt, men øll hugsandi ráðgeving segði manningarfeløgunum og mæltu okkum til, at taka málið úr FG.  Grundin var tann, at sáttmálin segði í § 17 stk. 3. púra greitt, at reiðarin hevði rætt at gera tað, hann gjørdi, tí hetta var ein avtala, sum varð gjørd millum partarnar. Har kann Høgni Hoydal ikki leggja seg út í og vraka sáttmálan.

 

Ráðgevingin mælti til samráðingar. Manningarfeløgini tosaðu saman og samdust um at taka málið úr FG og fóru í felags samráðingar við Reiðarafelagið.

 

Semja varð gjørd millum partarnar.  Nú varð ásetingin í § 17. stk 3 strikað, og nýggj orðing gjørd. Nú sigur sáttmálin, at vit ongantíð kunnu luttaka við meiri, enn ávísum % parti og  hetta vóru munandi batar fyri fiskimannin.

 

Dugir Høgni Hoydal gand?

 

Høgni Hoydal segði á tingsins røðarapalli í gjár, tann 08.10.2020, at hann hevði bjóðað seg fram, sum ”tungvektarin á vágskálini, vitni” í Fasta Gerðarættinum, at manningarnar skuldu verða frítiknar fyri avgjøldini, so tekur hann so dyggiliga feil. Ein skriftlig avtala varð gjørd millum partarnar í 1980` unum, og tað hevði FG tikið støðu í og dømt útfrá.

 

Hví tapti Høgni Hoydal síðsta løgtingsval?

 

Føroyski fiskimaðurin vrakaði fiskivinnunýskipanina, sum undanfarna samgonga legði fram, so her má Høgni Hoydal verða eyðmjúkur og viðurkenna tann stóra feilin, hann gjørdi, men tað er dýrt at verða stoltur og hástórur.

 

Nei einki dugir Høgni Hoydal GAND.

 

Vegna

 

Føroya Skipara- & Navigatørfelag

Annfinnur Garðalíð, formaður


17 nov 2020
Sjóvinnuforum í Vinnuháskúla­num tann 26. 11. 2020
12 nov 2020
Norð­urlensk kanning um burturkast
9 nov 2020
Avlýsing av Veitslu
2 nov 2020
Hjálpargrunnu­rin fyri Óarbeiðsførar Fiskimenn
31 okt 2020
I dag bleiv nýggja Havransók­nar­skipið Jákup Sverri handaður
9 okt 2020
Nei einki dugir Høgni Hoydal GAND
23 sep 2020
Erla Kongsdóttir útkomin
7 jul 2020
FSN og FMR undirskrivaðu trí ára sáttmála í dag