Tíðindi

Ársaðalfundurin hjá Føroya Skipara-& Navigatørfelag bleiv hildin á Hotel Hilton Garden inn í dag 28. 12. 2020 kl 10:00.

28 des 2020

Nevndin í Føroya Skipara -& Navigatørfelag sær soleiðis út aftast f.v. Elias Zachariasen næstformaður, Jóhan Eli L Poulsen, Annfinn Fagraklett, Kristian Oskar Henriksen, Jørgen Nielsen, Jón Bogi Guttesen, Jákup Gøthe, Annfinnur Garðalíð formaður, Kristen Friis og Niels Jørgin Nielsen. Leivur Christiansen væntar á myndini.

Í dag tann 28. 12. 2020 kl 10:00 hevði Føroya Skipara-& Navigatørfelag sín árliga Ársaðalfund á stásuliga hotellinum Hotel Hilton Garden Inn. Rós til vertin Martin Restorff, sum var ein so sera vinarligur og blíður hotellstjóri, við eini tænastu í toppklassa.

Tað var væl av fólki møtt til hendan ársaðalfundin millum 65-70 limir og tað má sigast at verða væl møtt, veðrið var ikki av tí besta, men slíkt eru okkara limir vanir við sum baldrast á havinum í stormi og logn. Hetta skuldi sum sagt verða ein stórur veitsludagur hjá føroya elsta fagfelag Føroya Skipara-& Navigatørfelag sum í dag hevur sín 125 ára dag. Lagið var gott á fundarfólkinum, og fundurin gekk sera væl. Felagið hevði fyri tíð síðani heitt á dugnaliga rithøvundan Jógvan Arge, um at skriva um tey síðstu 25 árini hjá felagnum, og kom hetta út sum bók við heitinum " teir sigla so væl " Tórbjørn Jacobsen umrøddi bókina. Nevndarval var eisini. seks nevndarlimir stóðu fyri valið.. teir sum blivu afturvaldir eru hesir.

Annfinnur Garðalíð 84 atk Jóhan Eli L Poulsen 60 atk Niels J Nielsen 57 atk Annfinn Fagraklett 48 atk Jón Bogi Guttesen 38 atk Kristian Oskar Henriksen 27 atk Nývaldur

Tvey uppskot komu inn til lógarbroytingar, og bæði uppskotini vóru samtykt.

Eftir Ársaðalfundi, hevði nevndin nevndarfund, har nevndin skipaði seg við Annfinnur Garðalíð sum formanni, Annfinnur Garðalíð bleiv fyrstu ferð valdur til formann í dec 2014.


Myndarøð
22 jan 2021
Prógvhandan á Vinnuháskúla­num í dag
19 jan 2021
Føroya Skipara-& Navigatør­felag ferð at gerða síni krøv galdandi, viðv skipara og stýrimon­num umborá á Norð­havinum
6 jan 2021
Brúkara­kanning hjá Tórshavn Radio
4 jan 2021
Kennir tú tíni pensjóns og tryggingarviðurskiftið
1 jan 2021
Nýggjársheilsan frá Føroya Skipara-& Navigatør­felag
28 des 2020
Ársaðalfundu­rin hjá Føroya Skipara-& Navigatør­felag bleiv hildin á Hotel Hilton Garden inn í dag 28. 12. 2020 kl 10:00.
19 des 2020
Føroya Skipara -& Navigatør­felag 125 ár 28. 12. 2020
17 nov 2020
Sjóvinnuforum í Vinnuháskúla­num tann 26. 11. 2020