Tíðindi

Manningarfeløgini og RFH komu saman í morgun í Vinnuhúsinum og handaðu sáttmálakrøv

9 feb 2021

Føroya Skipara-& Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag komu saman í Vinnuhúsinum í dag og handaðu sáttmálakrøv fyri handilsskip, frálandavinnuskip (stór og smá) og ferðamannaskip.

Partarnir gjørnumgingu ynskini hjá hvørjum ørðum og ásettu fýra samráðingarfundir.

Sáttmálin gongur út 1. mars. Tað er nokk eingin loyna, at spenta støðan í heiminum kemur eisini at ávirka samráðingarnar, her verður hugsað um KOVID 19 sum allur heimurin hevur merkt. Til síðstu samráðingarnar fyri tveimum árðum síðani, tá vóru manningarfeløgini saman , men hesaferð verður eitt sindur annaleiðis, FSN og MF verða saman í samráðingum, og FF ferð at samráast fyri seg sjálvar, hetta sæð í ljósinum av, at FF hevur ikki felagskrøv eins FSN og MF hava.


26 jun 2025
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
19 jun 2025
Innbjóðing til Brúgvakaffi.
19 jun 2025
Brúgvakaffi
1 jun 2025
Íslendskir trolaramenn á vitjan
15 apr 2025
Broytingar ávegis í norskari lóg. Hetta kann koma at ávirka FAS skip sum sigla á Norskum sokkli.
18 mar 2025
Semja undirskriva millum FSN RFH
4 mar 2025
Sáttmálasam­ráð­ingar­nar millum FSN og RFH eru slitnaðar
21 feb 2025
Sáttmálin millum FSN og RFH er framlongdur í eina viku t.v.s. fram til 7. mars