Tíðindi
2 ára sáttmáli millum yvirmanningarfeløgini undirskrivaður í dag
24 feb 2021
Yvirmanningarfeløgini FSN og MF hava í dag undirskrivað 2 ára sáttmála við RFH. Sáttmálasamráðingarnar byrjaðu við, at partarnir handaðu krøv tann 9. februar 2021, og avtalaðu tríggjar samráðingarfundir í fyrsta umfari.
Í dag var so fjórði fundurin, har semja varð gjørd.
Semjan byggir á karmin á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum er 2,05% fyri 1. árið og 1,25% fyri seinna árið. Onkrar broytingar vórðu gjørdar viðvíkjandi yvirtíðarstigi, har FSN fær MLC ásettu yvirtíð á 25%, sum er ein øking á 5%.
FSN gjørdi eina seravtalu millum Shipping Fo, RFH og FSN um eina yvirtíðarviðbót fyri 12. tíman.
Sí semju https://www.fsn.fo/semjur
Myndarøð


26 jun 2025
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
19 jun 2025
Innbjóðing til Brúgvakaffi.
19 jun 2025
Brúgvakaffi
1 jun 2025
Íslendskir trolaramenn á vitjan
15 apr 2025
Broytingar ávegis í norskari lóg. Hetta kann koma at ávirka FAS skip sum sigla á Norskum sokkli.
18 mar 2025
Semja undirskriva millum FSN RFH
4 mar 2025
Sáttmálasamráðingarnar millum FSN og RFH eru slitnaðar
21 feb 2025