Tíðindi

Nýggj heimasíða um sjóvinnu

1 jun 2021

KUNNING: Í rúma tíð hevur Blue Faroe Islands, BFI, arbeitt við nýggjari heimasíðuni, sum nú er farin í luftina. BFI er eitt felags forum fyri sjóvinnuna, har endamálið er at kunna um mál, ið hoyra sjóvinnuna til.

Blue Faroe Islands gevur aktørunum ein beinleiðis pall at deila og finna kunning sum er viðkomandi fyri vinnuna í Føroyum.

BFI varpar ljós á útbúgvingar, skeiðir, størv og feløg innan sjóvinnua, eins og at knýta saman aktørar gjøgnum við tiltøkum, so sum Sjóvinnuforum og á netinum.

Arbeitt verður við at leggja upptøkur til rættis við kjaki og samrøðum. Somuleiðis verður arbeitt við at skapa nýtt og málrættað innihald og at leggja nýggju heimasíðuna til rættis hvønn dag.

Umframt heimasíðuna www.bluefaroeislands.fo hevur BFI eina síðu á Youtube, og samband fæst við BFI umvegis teldupostadressuna: contact@BlueFaroeIslands.com.


24 mar 2024
Eldur í skipið á víðum havi var ringasta hending
7 jan 2022
Tá Ocean Prawn sakk var ringasta hending
16 des 2021
Ringasta uppliving var at missa ein mann
1 des 2021
Manbjørn hevur verið víða um
23 nov 2021
Undir Íslandi við Stapanum
4 nov 2021
Skiparin á Artic Viking
1 jun 2021
Nýggj heimasíða um sjóvinnu
19 des 2020
Petur Mohr skrivar til okkara