Tíðindi

Skiparin á Artic Viking

4 nov 2021

1. Fult navn, bústaður, føddur, børn? 
Bjarni Petersen úr Kollafirði er føddur 2. august 1956 og eigur fýra børn.

2. Útbúgving?
Skipsførari.

3. Starv? 
Skipari á Artic Viking.

4. Hvussu heldur tú, at útlitini eru hjá navigatørunum? 

Tey eru góð, haldi eg, og vist eingin trupuleiki at fáa eitt gott arbeiði.

5. Hvat er størsta avbjóðingin hjá navigatørunum í dag? 
Tað er konan, sum oftast ynskir, at maðurin er burtur stutt og vinnur nógvan pening ;) 

6. Nær fór tú fyrstu ferð til skips?   
Í 1973 við Sundabúgvanum , men eg var onkran túr áðrenn við Eiriki Jalli i summarferiuni.

7. Hvørjum skipi hevur tú siglt við? 
Eiriki Jallur, Sundabúgvanum, Hvítanesi, Doro Star, Romø Mærsk, Abel Egede, Vilhelm Egede og Arctic Viking.

8. Longsti túrur til skips? 
Sjey mánaðar.

9. Frítíðarítriv?
Fara á flot at fiska við bátinum hjá mær, skjóta fugl og somuleiðis harur og reinsdjór. 

10. Merki á bili? 
Volvo  XC60.

11. Telda?   
Lenova.

12. Hvat er besta bók, tú hevur lisið og filmur tú hevur sæð?   
Exedus og Walk the Line.

13. Besti tónleikur/sangur?   
Sum heild country, og annars ein sangur sum "Lítli fuglur" við Lív Næs og Bárði Enni.

14. Hvat kann gera teg gleðan?
Abbabørnini.

15. Hvat kann øsa teg?
Tey, sum koma ov seint.

16. Hvat metir tú, er ein góður skipari?
Ein, sum ikki rópar og skeldar, og dugir væl við fólki :)

17. Onkur serlig hending í tínum sjólívi, sum er góð og onkur minni góð?
Tað man vera, tá man siglir heim eftir ein góðan og væl eydnaðan túr. Minni góð minni munnu vera onkur ødn, sum vit hava veriði, men tíbetur hevur altíð spælt væl av. Tað ringasta er nokk at missa ein mann, men tíbetur havi eg ikki verið út fyri tí, ikki enn í hvussu er.









1 des 2021
Manbjørn hevur verið víða um
23 nov 2021
Undir Íslandi við Stapanum
4 nov 2021
Skiparin á Artic Viking
1 jun 2021
Nýggj heimasíða um sjóvinnu
19 des 2020
Petur Mohr skrivar til okkara
30 nov 2020
Skiparin Jónsvein Mikkelsen í Kikaranum