Tíðindi

Petur Mohr skrivar til okkara

19 des 2020

Fult navn, bústaður, føddur, børn Petur Mohr, uppvaksin í Fuglafirði og giftur til Klaksvíkar við Jastrud. Vit eiga tvær gentur og ein drong.

Starv 1. stýrimaður hjá Norden Synergy og avloysari hjá SSL

Útbúgving Eftir tekniskt studentsprógv í Klaksvík, fór eg aspirant vegin í Danmark. (Nú er aspirantskipanin umsíðir komin í Føroyum) Eg fekk mín aspirant siglingartíð hjá D/S Norden, og tók Professionsbachelor i Maritim Transport og Skibedelse, eisini kallað Skipsføraraprógv, hjá SIMAC, í Svendborg, í apríl 2015

Hvussu heldur tú útlitini eru hjá navigatørunum Eg kenni mest viðurskiftini hjá handilsskipum, so svari er grunda á handilsskip. Sum nýútbúgvin navigatørur er torført at fáa fyrsta kjansin, serliga um mann onki tilknýti hevur haft við eitt reiðarí, tað verði seg áðrenn mann fór uppá skúla ella meðan man gekk uppá skúla. Tað mest umráðandi er at fáa fótin innum onkinstaðni tá mann stendur við sínum fyrsta vinnubrævi. Nógv skip í FAS er so smá at tey einans hava ein stýrimann, og tá er torført at fáa kjans um mann ikki hevur royndir sum yvirstýrimaður ella einsamallur stýrimaður. Um mann hyggur eftir starvslýsingum eftir navigatørum, so seta reiðaríini, sum oftast, fleiri krøv um førleikar/prógv enn tey mann stendur við í hondini, sum nýútbúgvin navigatørur. Mann kann siga at reiðaríini vilja øll hava navigatørar við 20-30 ára royndum, men fá reiðarí eru áhuga í at upplæra nýútbúgvin. Hetta er ein trupuleiki. Kreppan í oljuvinnuni ger sítt til at torførari er at fáa kjans. Tað eru nógvir navigatørar um boði til tey størv, ið eru.

Hvat er størsta avbjóðingin hjá Navigatørunum í dag Væntandi møguleikarnir at kjans. Fiskiskipini gerast størri, men færri, og nógv skip í FAS hava ikki føroyska manning, samstundis sum er tali av skipum í FAS stedur í stað ella minkar seinastu tíðina. Hetta ger at navigatørurin má undir annað flag at fáa kjans, og har er hørð kapping um plássini. Serliga kapping frá lálønarlondum. Føroyingar hava sum oftast fingið sær kjans við donskum og norskum skipum, men eisini har er kappingin hørð. Neyðugt er at byrja at hugsa ørðvísi um hvussu bestu karmarnir vera skaptir fyri navigatørar og teirra møguleika at fáa ein góðan kjans. Ein háttur at fáa hjálpt uppá hetta, er at skip í FAS skuldi verði rikin fult og heilt úr Føroyum. Ikki at krav enduliga skal verði um føroyska manning, men at reiðarí skrivstovan skuldi verði í Føroyum. Hetta hevði gjørt tað lættari at fingið kjans við skipum í FAS. Sum skipanini er í dag, eru fleiri skip í FA, sum einas hava ein co bústað á eini advokat skrivstovu. Alt virksemi viðvíkjandi skiparakstri er í øðrum landi enn Føroyum. Ein annar háttur er skattaskipanin. Næstan øll sjófólk runt heimin er frítikin fyri at rinda skatt av hýruni tey fáa. Tá navigatørurin úr Føroyum skal gjalda skatt av somu hýru, ið starvsfelagirnir ikki skulu gjalda skatt av, gerst føroyingurin minni kappingarførur úti í heimi.

Nær fórt tú fyrstu ferð til skips Eg mynstraði fyrstuferð, sum 15 ára gamal, 17 juli 2004 við Vitanum. Fyrsti lastin var við laksafórði av Fuglafirði til Kinlochbervie í Skotlandi. Eg var ein mánað við tað summarið.

Hvørjum skipið hevur tú siglt við Fyrsta skipið var Vitin. Har var eg við 4 summarfrítíðir. So havi eg verði gomlu og nýggju Oknini við gørnum eftir havtasku og svartkalva. Síðani eg byrjaði sum aspirantur og eftir eg fekk skipsføraraprógv havi eg mest siglt við ymiskum tangaskipum hjá D/S Norden. Øll eru millum 38.000 og 50.000 DWT og 183 m long. Nú eri eg við Nord Sustainable. Eg havi eisini loyst av við Rituni, Sam og Teistanum.

Longsti túrur til skips Mín longsti túrur til skips, var mín fyrsti túrur sum aspirantur, við Nord Goodwill. 5 mánaðar og 11 dagar. Tað valdi eg sjálvur og tá mann klára at vera so leingið burtur mann tað vera tí mann hevur haft tað gott umborð. Vit sigldu bensin úr Europa til USA og diesel úr USA til Europa.

Frítíðarítriv Tá mann hevur 3 børn, harav tað elsta er júst blivið 5 ár, og nýggj hús, er sera avmarkað hvørji frítíðarítriv mann havi tíð til. Tó so dámar mær sera væl at fara ein túr í fjørðin at fáa at kóka. Mær sera væl at stákast í køkinum og gera ymiskar ørðvísi rættir. Eg havi eisini ætlanir um at fara uppíaftur Betesda kórið. Í ár bar tað so ikki til vegan COVID, men annars royni eg at fara eina viku vestur á Zarepta, at standa fyri køkinum á eina summarlegu.

Bilur slag Eg havi ein Citroen Berlingo, sum børnini kalla ”Skrambli bilurin”. Tað er ein bilur sum er sera praktiskur til alt. Konan koyrir Opel Zafira, sum eg eisini sleppi at koyra.

Telda Ein Lenovo.

Hvat er besta bók tú hevur lisið/filmur tú hevur sæð Krimi skaldsøgurnar, ið Jógvan Isaksen hevur skriva, er mínar yndisbøkur. Serliga hátturin Jógvan nýtur at lýsa støð í Føroyum, og hvussu hann dregur hesi støð inn í ein tilgjørdan heim dámar mær sera væl. Eg plagi at fáa tað nýggju bókina í jólagávu hvørt ár, og hon er sum oftast lisin áðrin jólini eru liðug. Eg havi lisið fleir av bókunum fleiri ferðir. Besti filmur eg havi sæð mann vera Cloverfield. Eg sat sum sligin í stein tá filmurin var liðugur. Tað er einasti filmur har eg havi sæð allan rullitekstin.

Besti tónleikur/sangur Mær dámar alt frá klassiskum til gospel til country til rok og heavy metal. Eg havi ikki nakran ávísan yndis tónleikara. Í seinastuni havi eg lurta eftir bæði Gaither og Linkin Park.

Hvat kann gerða teg gleðan Tað, ið gleiðir meg, serliga tá eg eri til skips, er at fáa myndir og filmar sendandi av børninum. Er saknurin stórur tá eg fari avstað, so er gleðin uppaftur størri tá eg eri á veg heim.

Hvat kann øsa teg Tað, ið eg øsi meg mest um, er tá folk, ið ikki tora at koyra bil, fara ein túr úr Klaksvík til Havnar alíkavæl. RFF sigur at mann skal halda hámarksferðina. Tað er eisini galdandi fyri hesi folk, ið ikki tora at koyra meira enn 50 km/t Eisini kann tað øsa meg tá fólk royna at spæla so klók, men tað er hvørki høvd ella hali á nøkrum tey siga.

Hvat metir tú er ein góður skipari Ein góður skipari er ein persónur ið er róligur og tosar pent við øll umborð. Hann skal visa seg millum manningina og visa áhuga fyri manning og skipið.

Onkur serlig hending í tínum sjólívið góð/minni góð Eg havi næstan bara góðar hendingar at minnast aftur á. Serliga var tað tann eina útmynstringin har vit sigldu millum ymiskar oyggjar í Kyrrahavinum. Av minni góðum minnum var, at eg var burtur tá ommu mín doyði, og eg slapp ikki heima til jarðarferðina.


Myndarøð
19 des 2020
Petur Mohr skrivar til okkara
30 nov 2020
Skiparin Jónsvein Mikkelsen í Kikaranum