Tíðindi

Skiparin Jónsvein Mikkelsen í Kikaranum

30 nov 2020

Føroya Skipara-& Navigatørfelag hevur fingið orð á Vestmenningin Jónsvein Mikkelsen, sum er skipari á risastóra gass tangaskipinum Meridian Spirit.

                                                                                                 

 

 

 

1.   Fult navn, bústaður, føddur, børn?

Jónsvein Mikkelsen

Millum Gilja 23,  Hoyvík

Føddur á Bakkanum í Vestmanna, 30. Juli 1959

Eigi 3 børn, tvær døtur og ein son. 4 abbabørn 

2.    Starv:

Skipsførari á Meridian Spirit, (fyrr Maersk Meridian), hjá Teekay (TK) Glasgow.

 

3.    Útbúgving:

Skipsførari, frá Føroya Sjómannsskúla á sumri 1983.

 

4.    Hvussu heldur tú, útlitini eru hjá navigatørunum?

Útlitini hjá navigatørum eru góð, serliga um teir hava møguleika at fáa sær siglingstíð við LNG skipum. Tað verða bygd meira enn 100 LNG skip tey næstu 3 árini.

 

5.     Hvat er størsta avbjóðingin hjá Navigatørunum í dag?

Um Danmark viðtekur eina lóg, sum letur DIS fylgja pesóninum, soleiðis at danskir sjómenn kunnu sigla við øllum EU skipum, men halda áfram at sigla undir DIS reglunum, rokni eg við at føroyskir sjómenn ikki hava sama rætt, orsaka av, at sum er, er tað ein avtala millum DK og Føroyar. Tann nýggja lógin verður ein EU Lóg. So eg rokni við, at tað verður ein av stóru avbjóðingunum, um so verður.

Ein onnur avbjóðing er, at LNG reiðaríir mangla yvirmenn, bæði á brúnni og maskinuni á LNG skipum, men tað verður sum oftast søkt eftir fólki við LNG royndum.  Og tað manglar í Føroyum.

Har er avbjóðingin at finna skip at sigla við, fyri at fáa LNG royndir (Cross Training). 

     

6.       Nær fór tú fyrstu ferð til skips?

Eg fór til skips um heystið 1977 við Borgaranum, at fiska svartkalva á Labrador leiðini.

 

7.       Hvørjum skipi hevur tú siglt við?

Eg havi siglt við fleiri skipum í Føroyum og Danmark. Borgarin var tann fyrsti og einasti við línu.

Síðani við trolarum í Vestmanna og aðrastaðni frá  ísfiskaveiðu undir Føroyum. Frida, Tjaldhamar, Norðfinnur, Vestfinnur, Atlantis, Columbus, Stjørnuni. Tveir túrar við Hvilvtenni til rækjufiskarí í Grønlandi. Fyrst í 1985 við Vestlandiu, sum sigldi við farmi millum Danmark og fleiri havnir í Vestur Grønlandi. Síðani við nótabáti,  Herdis J. í Danmark frá um heysti 1985 til maj 1990 tá eg byrjaði at sigla hjá A.P. Møller.  Har eg havi siglt við Olju tangaskipum, kontainaraskipum og Gas tangaskipum. Maersk Meridian bleiv seld til Teekay í 2012 og navnið bleiv broytt til Meridian Spirit, og her eri eg enn. 

 

8.      Longsti túrur til skips?

Longsti túrur man hava verið umleið 4 mánaðir sum var vanligt, tá eg byrjaði at sigla úti. Og hendan útmynstringin blívur sikkurt eisini umleið 4 mánaðir.

 

9.         Frítíðarítriv?

Fiska og skjóta fugl og ferðast í Føroyum,  Danmark og øðrum londum.

 

10.      Bilur – slag?

Mercedes ML 350

 

11.      Telda?

MacBook Pro

 

12.      Hvat er besta bók, tú hevur lisið og filmur tú hevur sæð?

Tað eru nógvar góðar bøkur og filmar. Ein góð føroysk bók er “Kærleiki undir krígnum”.

Ein góður filmur er Schindlers List.

 

13.       Besti tónleikur/sangur?

Mær dámar allan góðan tónleik, frá Vestmonnum til teir góðu Country sangararnar, Charlie Pride og allir teir kendu, Pink Floyd, Bee Gees, Eagles. Ein góður sangur  er, “Tougher than the rest”,  við Bruce Springsteen.

 

14.       Hvat kann gera teg gleðan?

At tað gongur gott hjá øllum og at fólk eru glað við tilveruna og hava tað gott.

 

15.      Hvat kann øsa teg?

Smáligheit og órættvísi.

 

16.   Hvat metir tú, er ein góður skipari?

Stutt sagt ein, sum veit hvat hann hevur við at gera og behandlar øll líka, høg sum lág.

 

17.   Onkur serlig hending í tínum sjólívi góð/minni góð?

Tá man er sjómaður, er altíð gott at flóta, serliga í góðum veðri. Og tað besta av øllum er, tá man skal ferðast heim.

Ein góð var, tá vit sleipaðu ein stuttleika seglbát “Helgoland” til lands í Marokko. Hann lá Vestur úr Marokko.  Har var ein eldri týskari einsamallur umborð. Hann hevði ligið uppsteðgaður í fleiri dagar og eingin vildi hjálpa honum. Hann mátti hava motorin í gongd, fyri at fáa seglini upp. Tað hevur nokk verið elmotorar, til at fáa sett segl. Hann var ógvuliga glaður, tá vit sleptu honum til ein Rescue bát nær Tangier.

 

  

Tað minni góða er, at man er burtur frá familju og vinum, tá illa stendur til.

Bæði foreldrini eru deyð, meðan eg havi verið burtur. Eg var ávíkavist 27 og 30 ára gamal, tá tey fóru.    Mammu náddi eg at fylgja til gravar, men ikki pápa, tí tá var eg mitt Índiska havinum.


Myndarøð
1 jun 2021
Nýggj heimasíða um sjóvinnu
19 des 2020
Petur Mohr skrivar til okkara
30 nov 2020
Skiparin Jónsvein Mikkelsen í Kikaranum